Tað váttar fótbóltsstjórin í Wolfsburg, Dieter Hecking, fyri Wolfsburger Allgemeine Zeitung.
– Christian bað um eitt sindur meiri tíð. Hann møtir tí ikki mánadagin. Sum felag hava vit sjálvandi gingið ynskinum á møti, sigur Hecking sambært Bold.
Sambært Bold hevur Eriksen nýliga verið til kanningar hjá einum serlækna og bíðar nú eftir úrslitinum.
Eriksen fekk í juni eitt stoyt frá pacemakarinum undir venjingardystinum hjá Danmark móti Ukraina. Hann datt um á vøllinum í seinna hálvleiki, men kundi sjálvur ganga av vøllinum og inn í sjúkrabilin, sum flutti hann á Odense Universitetshospital.
Dagin eftir varð hann útskrivaður og skrivaði á Instagram, at hendingin hevði ávirkað bæði hann og familjuna nógv.
Sambært Eriksen var talan tó um eina heilt aðra støðu enn í 2021, tá hann fekk hjartasteðg undir EM-dystinum móti Finnlandi og mátti endurlívast á vøllinum. Eftir ta hendingina fekk hann settan pacemaker inn, og tað var hann, sum reageraði undir dystinum móti Ukraina.
Christian Eriksen hevur sáttmála við Wolfsburg til summarið 2027.
/Ritzau/











