Løgreglan í Oslo visti tíðliga í morgun at siga, at læknavaktin í norska høvuðsstaðnum hevði viðgjørt 30 fólk fyri skaðar, sum vóru hendir av fýrverki.
- Fýrverkið varð skotið í sambandi við norska sigurin á Brasilia í áttandapartsfinaluni í HM-kappingini í gjárkvøldið.
Norska løgreglan veit at siga, at út við 100.000 fólk vóru savnað kring Slottsplassen í Oslo eftir flotta norska sigurin yvir fótbóltsrisanum.
- Eingir álvarsligir skaðar stóðust kortini av fýrverkinum, leggur løgreglan aftrat.
Løgreglan sigur tó, at um so er, at álvarsligir skaðar eru, sum tey ikki vita um í løtuni, kunnu fólk venda sær til løgregluna.
Norska løgreglan sigur, at stutt eftir, at Noreg hevði tryggjað sær framhaldandi luttøku í HM-kappingini, komu fráboðanir um fýrverksskaðar.
Í morgun vita norskir miðlar at siga, at fleiri enn tvær milliónir fólk í Noregi í gjárkvøldið sóu Noreg vinna 2-1 ímóti Brasilia.











