Epson blekk prentaraloysnir eru 100% grønar

- Øll eru vælkomin at venda sær til okkum, sigur Jógvan Páll í Bartalsstovu, stjóri í Meltic Online

Meltic Online heldur til á Karlamagnusarbreyt 3A í Hoyvík

Meltic Online er ein fyritøka, sum selur alt innan elektronikk. Talan er um teldur, net-útbúnað, prentarar og annað.

 

Fyritøkan hevur spesialiserað seg í Epson prentarum. 

 

Epson blekkprentarar dálka hvørki arbeiðsumhvørvið ella náttúruna, so sum laserprentarar gera. Blekktangar fara beinleiðis í skrell, tá teir eru tómir samanborið við hylkir frá lasaraprintarum, ið mugu burturbeinast á rættan hátt og t.d. latast aftur til veitaran.

 

Eisini eru blekkprentarar nógv bíligari í brúki enn tilsvarandi laserprentarar.

 

Epson blekkprentarar brúka einans 5-10% av orku, tá prentað verður samanborið við tilsvarandi laserprentarar. Til dømis er streymnýtslan á einum Epson A4 blekkprentara heilt niður í 23 Watt í mun til ein laserprentara, har nýtslan gjarna er umleið 450 Watt.

 

Epson brúkar einans 4, 9 sekund um fyrstu síðu, sum er væl skjótari enn nakar tilsvarandi laserprentari. Ein laserprentari brúkar gjarna 12-18 sekund um fyrstu síðu.

 

Epson prentarar fáast í títtleika heilt upp til 100 síður pr. minutt, tá talan er um A3 prentara.

 

Epson blekkprentarar hava 80% færri stopp enn tilsvarandi laser prentarar, tí teir hava ikki photoconductara (sokallaður myndageri), transferbelt ella fusara.

 

Mongdin av skiftum lutum og burturkasti er tí einans 11% í mun til ein tilsvarandi laserprentara. Hesir lutir skulu skiftast á laserprentarum eftir ávísari prentmongd, har Epson blekkprentarar einans hava blekk og Maintenance Box.

 

Til ber at prenta og skanna beinleiðis frá telefon App á øllum okkara prentarum.

 

Orsøkin til, at vit frávaldu laserprintarar er nevniliga færri stopp, skjótari útsrkrift og reint skrivstovuumhvørvi.

 

- Øll eru vælkomin at venda sær til okkum, sigur Jógvan Páll í Bartalsstovu, stjóri í Meltic Online.

 

Fyritøkan heldur til á Karlamagnusarbreyt 3A í Hoyvík. 

 

 

Meltic Online heldur til á Karlamagnusarbreyt 3A í Hoyvík