Bygdarstevna í Hvalba hetta vikuskiftið

Bygdarstevnan í ár verður fjølbroyttari enn tær plaga at verða

Nú nærkast summarið Og við summarinum koma tær nógvu stevnurnar kring landið.

Longu nú verður ársins fyrsta stevna.

Tað eru hvalbingar, sum aftur í ár skipa fyri bygdarstevnu, soleiðis sum teir hava gjørt hvørt ár hesa tíðina.

Men hóast talan ikki er um eina av teimum almennu stevnunum við FM kappróðri, verður stevnan í Hvalba í ár fjølbroyttari enn vanligt við ymsum á skránni, bæði til gamans og álvara.

Stevnan byrjar fríggjadagin, Dýrabiðidag, og hon heldur fram leygardagin.

Hon byrjar við skrúðgongu kl. 14.00 og kl. 14.15 fer Katrin Holm at seta stevnuna.

Aftaná, kl. 15 fara smádreingir hjá Royn og HB C at spæla steypadyst.

Samstundis verður tarvaríðing í Roynhøllini og ponyríðing uttanfyri.

Viðrar, fer Naddoddur at sigla kl 15.30, og kl. 16.00 verður tivoli í Roynhøllini Tá verður eisini høvi at fáa sær ein kaffimunn við lagkaku aftur við, ella eina pylsu.


Royn leggur til brots

Hetta er eisini vikuskiftið, at landskasppingin í 2. deild í fótbólti byrjar.

Og fyrsti landskappingardysturin dysturin hjá Royn verður ímóti GÍ kl. 18 fríggjadagin á bygdarstevnuni.

Roynararnir ætla sær aftur í ár at gera um seg í fyrstu deild, tó at spælarahópurin er nakað lítil.

Men tað hevur hjálpt munandi, at teir hava fingið Rógva Thorsteinsson úr Vági og Olaf í Garðastovu úr Vestmanna í Royn at sparka.

So nú eru teir 13 mans í hópinum.

Ella sum teir sjálvir siga til stuttleika ?okur eru 14 við Vilmund?. Tí hóast hann fer eftir fer hevur latið seg pensjonera, gongur strilti hjá veteraninum at seta skógvarnar heilt, og hann hevur aftur í ár spælt við Royn av og á.

Fríggjakvøldið kl. 21 v hevur Brøðrasamkoman útimøti. Og klokkan 23 fer Moonshots úr Vestmanna at spæla til dans til út á náttina.


Fólkafundur

Leygaragin verður longu lagt til brots kl. 11 við eini økiskapping millum piltaliðini hjá Royn, VB og TB.

Kl. 14 siglir Naddoddur aftur og kl. 14. 30 verður ponyríðing.

Kl 16 letur tivoli uppaftur í høllini.

Samstundis verður fólkafundur á Skúlastykkinum, har Maud Næs fer at røða, næmingar úr Miðnámsskúlanum í Vági fara at lesa yrkingar, Ljómur fer at syngja og Kristina Augustinussen, Niel Joensen og Sámal Midjord fara at syngja.

Kl. 17 fara næmingar úr Miðnámsskúlanum at hava framsýning í Missónshúsinum um námsferð til Rom.

Og kl. 17.30 ferður stuttligur fótbóltsdystur millum flakakonur úr Hvalba og av Tvøroyri.

Kl.19.00 hevur Ljómur konsert í kirkjuni, kl. 20 hevur Frelsunarherurin útimøti og kl. 23.00 endar stevnan við dansi, har Moon Shot aftur spæla.