Byggja út í Gøtu

Smiðjan hjá Normek í Norðragøtu hevur næstan trýfaldað gólvvíddina, nú nýggj høll er sett upp

Gólvvíddin hjá Normek í Norðragøtu vaks frá 300 fermetrum til 800 fermetrar, nú nýggja høllin varð sett upp.

Robert Langgard, stjóri á Normek, sigur, at har var vorðið ov trongligt í smiðjuni. Tí varð hildið neyðugt at byggja uppí.

Teir jeyptu eina høl í Danmark, sigur Robert Langgaard. Síðan fóru teir sjálvir til Danmarkar og tóku høllina niður, fluttu hana til Norðragøtu og settu hana upp aftur her. Men teir hava tó stytt hana nakað. Nú er hon 25 metrar til longdar, meðan hon var 30 metrar, tá hon stóð í Danmark.

Robert Langgaard sigur, at tað kostar teimum góða hálvaaðru millión krónur, sum nú er gjørt.

Normek ger alt vanligt umvælingararbeiði, sigur Robert Langgaard. Alt frá stálarbeiði til hydraulik og hvat tað nú kann vera. maskinumvælingar hava teir tó ikki átikið sær enn, tða talan hevur verið um stór skip. Men smæri motorar hætta teir sær tó væl undir, sigur hann.

Hann metir, at umleið 90% av tí arbeiði, teir gera, er skipsumvælingar av ymsum sløgum. Og talan er í fyrsta lagi um skip úr økinum, sigur hann. Tað vil siga Gøtu, Leirvík, Skálafjørðinum og har um leiðir.

Robert Langgaard er bjartskygdur. Annars hevði hann ikki farið undir hesa útbygingina sigur hann. Men hann tekur tó aftur í aftur, at hon var neyðug.

Tá smiðjan bygjaði fyri hálvumfjórða ári síðan, vóru teir tveir mans, sigur hann. Nú eru 16 mans regluliga til arbeiðis har. Og teir hava nokk at gera, letur hann at. Tað eru bara føroyingar, sum arbeiða hjá Normek.

Robert Langgaard, stjóri á Normek, sigur, at teir hava gingið og spælt sær við tankanum um at fara undir einahvørja nýggja framleiðslu. Men enn er einki so ítøkiligt, at hann vil siga nakað meira um tað.