Borgarstjórar fyri størstu kommunurnar og býráðslimur fyri Tórshavnar kommunu skuldu upp í nevndina hjá SEV. Tað var stóra broytingin í uppskoti hjá Tórshavnar og Runavíkar kommunu á eykaaðalfundinum hjá SEV í morgun.
Tað dámdi ikki klaksvíkingum, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík hevði tí eitt broytingaruppskot um at broyta hetta soleiðis, at allar kommunurnar kundu velja annan enn borgarstjóran í nevndina.
Sambært uppskotinum skuldu eisini serfrøðingar veljast í nevndina – eftir til mæli frá Kommunufelagnum.
Broytingaruppskoti frá Klaksvíkar kommunu fall við 50 atkvøðum fyri go 22 í móti.
Sjálvt broytingaruppskoti fall eisini – sjálvt um 44 atkvøður vóru fyri og 28 ímóti. Men tað fall, tí viðtøkubroytingar kreva 2/3 í meiriluta.
Nýggjur í nevndini hjá SEV er Heðin Mortensen úr Tórshavnar kommunu.
Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni nú seinnapartin.
Hesi vórðu vald í nevndina hjá SEV á eykaaðalfundinum í morgun:
- Hans Kári Hansen, Sørvágs kommuna)
- Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna
- Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna
- Sylvia Thomsen, Klaksvíkar kommuna
- Winnie Kjærbo, Skopunar kommuna
- Arni Teindal, Fámjins kommuna
- Haraldur Hammer, Sunda kommuna