Býr í Belgia, tosar týkst og vil læra hollendskt

FM1: Jóan Símun Edmundsson hevur fingið ein góðan byrjan í hollendska partinum av Belgia og trívist væl


Samrøða við Jóan Símun Edmundsson (trýst á pílin omanfyri)

Jóan Símun Edmundsson er fyrsti føroyski landsliðsspælarin, sum kemur at umboða eitt belgiskt felag á føroyska landsliðum. Hann skifti frá Arminia Bielefeld í Týsklandi til Wassland-Beveren í Belgia í summar.

- Mær dámar væl lívið í Belgia. Vit hava fingið ein ókey start, sjálvt um tað hevur verið eitt sindur upp og niður. Alt er nýtt og tað er stór útskifting á liðnum. Liðið skal spælast saman og tað hevur gingið eitt sindur strilti til tíðir. Eg føli at vit um vikuskiftið tóku eitt stórt fet rætta vegin. Vit vunnu greiðar sigur á einum av hinum liðunum, sum eru flutt niður í næstbestu deildina, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum ikki heilt hevur funnið sítt rætta pláss á liðnum.

- Tað hevur verið eitt sindur skiftandi hvar eg havi spælt. Eg havi spælt á fleiri ymiskum plássum. Eg havi ikki heilt funnið meg til rættis á einum plássi og vit eru eitt sindur leitandi enn. Bæði hvar eg skal spæla, men eisini hvørja spælskipan og hvønn spælistíl vit skulu hava, sigur toftamaðurin, ið enn merkir tíðina á bonkinum í Týsklandi.

- Í so máta hevur tað verið eitt sindur krevjandi, og eg havi havt mínar smærru snuddir at dragast við. Sjálvt um eg havi spælt, so havi eg ikki følt meg hundrað prosent kláran. Tað er eisini ein avleiðing av, at eg ikki havi spælt so nógv í Týsklandi. Nú leiti eg eftir at blíva fult klárur, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið sleppur avstað við týskum í løtuni.

- Vit hava bæði týskan ítróttarstjóra og týskan venjara, og har eru fleiri, ið tosa týskt. Eg klári meg fínt á týskum nú, men eg ætli mær at læra hollendskt. Vónandi verið eg har í fleiri ár, tí eg haldi at hetta er eitt spennandi projekt. Eg vil eisini gjarna vera við til at vinna liðið upp aftur í bestu deildina. Vit eru í hollendska partinum av Belgia, so tað verður fyrst og fremst tosað hollendskt, fortelur Jóan Símun Edmundsson.

Føroyska landsliðið fekk ein kvøkk, tá Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson endaðu í sóttarhaldi. Tá høvdu Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson ikki fingið svar um koronakanningarnar í flúgvarinum, sum teir vóru komnir við.

- Jú, sjálvandi blivu vit eitt sindur nervøsir. Hatta er ótrúliga keðiligt fyri teir, sum ikki fáa verið við. Tað sigur seg sjálvt, at tað órógvar, men nú eru vit her og gera alt tað, sum vit kunnu til dystin við teimum, ið eru her. Tað verða ongar umberingar, tí vit hava ein góðan hóp við nógvum góðum spælarum. Sjálvandi verða teir, sum ikki eru við, saknaðir, men soleiðis er tað nú eina ferð í fótbólti. Tað plagdi at verða skaðar, men nú eru nýggjar orsøkir til at menn ikki kunnu spæla, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið gleðir seg at sleppa at spæla frammanfyri áskoðarum.

- Eg eri simpulthen so spentur til at renna út á vøllin. Eg havi saknað tað. Tað er ikki tað sama, at spæla fótbólt uttan áskoðarar. Vit hava nakrar serligar áskoðarar í Føroyum, sum veruliga kunnu lyfta liðið, sigur toftamaðurin í Belgia, ið ætlar sær trý góð avrik.

- Eg hugsi, at vit skulu koma við trimum góðum avrikum. Tað sigur seg sjálvt, at vit ætla okkum stig, men vit hava eisini hugt nærri at Ísrael og tað eru spælarar í stórum feløgum runt í Evropa. Hetta er ein torfør uppgáva, men sum heild vit at fáa eina góða viku saman, sigur Jóan Símun Edmundsson at enda.

Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Ísrael á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar við upptakt longu klokkan 15.