Føroyameistararnir úr B36 mistu ársins spælara, tá kappingarárið í ár var av. Adeshina Lawal skifti til ÍF, og tí hevði B36 tørv á at finna ein avloysara til plássið í álopinum.
Ikki óvæntað fall valið á Ibrahima Camara, sum í ár spældi við B68. Camar hevur eisini spælt við 07 Vesturi, og íalt hevur hann spælt 67 dystir í føroysku kappingum, og hevur hann skotið 23 mál í hesum dystum.