Carles Puigdemont er handtikin í Italia

Carles Puigdemont, loysingarleiðarin í Katalonia í Spania, sum Spania krevur útflýggjaðan til rættarsókn, er nú handtikin.

Carles Puigdemont, fyrrverandi katalanski forsetin, og Magni Arge, á veg inn at vitja táverandi borgarstjóran í Havn, Anniku Olsen

Katalanski loysingarleiðarin Carles Puigdemont er handtikin í Italia.

Tað upplýsir sakførari hansara sambært tíðindastovuni AFP seint í kvøld.

Puigdemont er skuldsettur fyri at hava ábyrgdina av eini ólógligari fólkaatkvøðu í 2017 um, at Katalonia loysir frá Spania.

Fleiri av hinum politikarunum, sum arbeiddu fyri katalanskari loysing, eru dømdir í fongsul upp til 13 ár.

Men Puigdemont, sum áður var forseti í landspartinum Katalonia, hevur higartil megnað at sleppa undan rættarsókn í Spania, tí hann hevur verið í útlegd, og tað hevur ikki eydnast Spania at fáa hann útflýggjaðan.

 

Hann hevur, í tíðini hann hevur verið í útlegd, eitt nú vitjað hjá Tjóðveldi í Føroyum, tá Magni Arge, táverandi fólkatingsmaður, beyð honum á vitjan. Hann umboðaði Katalonia á eini ráðstevnu hjá Tjóðveldi í Norðurlandahúsinum um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt.

 

Í 2017 sendi ein spanskur dómstólur út handtøkuboð upp á tann nú 58 ára gamla Carles Puigdemont, sum síðani valdi at fara í friðskjól í Belgia.

Í mai í 2019 varð hann valdur í Evropatingið. Í mars í ár atkvøddi ein meiriluti av limunum fyri at taka órinið frá honum.

 

Carles Puigdemont, fyrrverandi katalanski forsetin, og Magni Arge, á veg inn at vitja táverandi borgarstjóran í Havn, Anniku Olsen