Castro til reiðar at fara frá

Fidel Castro umhugsar at sleppa embætinum sum kubanskur leiðari. Tað skrivar hann í einum brævi Brævið varð lisið í kubanska sjónvarpinum í gjárkvøldið, og eygleiðarar siga, at hetta er fyrstu ferð, at Fidel Castro sjálvur nevnir, at hann kanska fer at leggja frá sær.

-Mín grundleggjandi uppgáva er ikki at tvíhalda um mína støðu og als ikki at forða yngri kreftum framat, skrivar kubanski forsetin í brævinum.

Castro, sum nú er 81 ára gamal, kom til valdið í Kuba í 1959. Síðani á sumri í 2006 hevur hann verið heilsuveikur, og hesa tíðina hevur bróðurin Raúl røkt forsetaembætið.