Sunnudagin var Tórshavn Marathon hildið fyri fjórðu ferð, og fyri fjórðu ferð gjørdist tað Cecil Weihe, sum vann høvuskappingina marathonrenningina.
Cecil Weihe fylgdist við fleiri øðrum føroyskum rennarum á langa teinum úr og til høvuðsstaðin, men tá ið málið nærkaðist dró hann frá Borgar Biskopstø og hinum rennarunum, og hann rann einsamallur seinasta teinin á málið.
Cecil Weihe kom undir teir tríggjar tímarnar, tí hann rann í tíðini 2.53,03.
Veðrið var ikki av tí besta til eina rennikapping sunnudagin. Serliga tá ið rennararnir fóru av málinum var vátt og ruskut, men veðrið batnaði út á seinnapartin, og tá gjørdist heldur frægari at renna. Tíðirnar í kappingini vóru tó merktar av, at veðrið var vánaligt.
Hjá kvinnum vann Rigmir Napoelonsdóttir Arge marathonkappingina. Hon brúkti 3.16,21 um teiin.
Kappast var eisini í fleiri øðrum styttri teinum.
Tórshavn Marathon úrslit
Dreingir 3 km
1. Rúni Seloy Bragdið 11,46
2. Regin Joensen Frældi 12,51
3. Árni Johanesson Argir 12,54
Gentur 3 km
1. Kristín Lív Svabo Jónsdóttir ÍR 14,22
2. Bjørk Reynagarð Svabo Frælsi 15,35
3. Edna Maria Debes Bragdið 17,22
Kvinnur 5,8 km
1. Bjørk Herup Olsen Bragdið 24,10
2. Katrin Olsen Knørrur 25,42
3. Rannvá Djurholm Bragdið 25,49
Menn 5,8 km
1. Jóan Karl Joensen Bragdið 20,54
2. Álvur F. Christiansen Treysti 22,05
3. Jan Elmar Sørensen Treysti 22,27
Kvinnur hálvmarathon
1. Hanne Maria Yri Danmark 1.42,42
2. Lene Hultberg Føroyar 1.52,37
3. Marin í Dali Hvistan 1.54,46
Menn hálvmarathon
1. Karl Simpson Shetland AAC 2.22,24
2. Guttorm Sørensen Treysti 1.27,57
3. Ólavur Kjølbro Føroyar 1.32,03
Kvinnur marathon
1. Rigmor N. Arge Bragdið 3.16,21
2. Frances Ridgway Fairlands Valley 3.58,73
3. Britta Houmann Odder Atletik & Motion 4.01,15
Menn marathon
1. Cecil Wiehe Bragdið 2.53,03
2. Borgar Biskopstø Treysti 2.58,02
3. Sigurð Justinussen Bragdið 3.03,29