Champions League: Her er lutakastið

Talan verður um onkrar risauppgerðir í Champions League 1/8 finalunum

Tað verða nakrar risa uppgerðir í 1/8 finalunum í Champions League. Millum annað møtast Real Madrid og PSG, Chelsea og FC Barcelona, og so fekk Juventus Tottenham. Hinvegin munnu fjepparar hjá Manchester feløgunum og Liverpool verða nøgd.

 

Manchester City skal spæla móti FC Basel, Manchester United skal spæla móti Sevilla, meðan Liverpool skal spæla móti FC Porto. Dystirnir verða frá miðjum feburar til tíðliga í mars.

 

Lutakastið:

Juventus (Italia) - Tottenham (Ongland)

FC Basel (Sveis) - Manchester City (Ongland)

FC Porto (Portugal) - Liverpool (Ongland)

Sevilla (Spania) - Manchester United (Ongland)

Real Madrid (Spain) - Paris Saint-Germain (Frakland)

Shakhtar Donetsk (Ukraina) - AS Roma (Italia)

Chelsea FC (Ongland) - FC Barcelona (Spania)

Bayern Munchen (Týskland) - Besiktas (Turkaland)

 

Beinleiðis:

Bólkaspælið í Champions League er liðugt, og nú er greitt hvørji tey 16 liðini eru, sum eru komin víðari. Lutakastið til 1/8 finalurnar er í Nyon í Sveis í dag. Dystirnir verða spældir í feburar í komandi ári.

 

Til tað lutakastið eru nøkur fyrilit. Vinnararnir av bólkunum spæla móti teimum, sum blivu nummar tvey. Hartil, so kunnu feløg úr sama landi og feløg, ið vóru í bólki saman, ikki møtast í 1/8 finaluni. Tað vil at Chelsea, sum er einasta av teimum fimm ensku feløgunum, ið ikki vann sín bólk, kann ikki møta hinum ensku liðunum. Tí er longu nú greitt, at Chelsea skal møta einum av PSG, Besiktas og FC Barcelona.

 

Av øðrum kann nevnast, at FC Barcelona ikki kann møta Real Madrid ella Sevilla, eins og AS Roma og Juventus ikki kunnu møtast. Her eru tey 16 liðini, sum verða í pottinum til lutakastið. Í løtuni er Real Madrid favorittur at vinna kappingina sambært veddingarfyritøkunum.

 

Tað verður Xabi Alonso, fyrrverandi spanski landsliðsspælarin, sum skal draga millum feløgini, ið eru í pottinum.

 

Vinnarar: Manchester United, Paris Saint-Germain, AS Roma, FC Barcelona, Liverpool, Manchester City, Besiktas og Tottenham

 

2’arar: FC Basel, Bayern Munchen, Chelsea, Juventus, Sevilla, Shakhtar Donetsk, FC Porto, Real Madrid

 

Lutakastið:

Juventus (Italia) - Tottenham (Ongland)

FC Basel (Sveis) - Manchester City (Ongland)

FC Porto (Portugal) - Liverpool (Ongland)

Sevilla (Spania) - Manchester United (Ongland)

Real Madrid (Spain) - Paris Saint-Germain (Frakland)

Shakhtar Donetsk (Ukraina) - AS Roma (Italia)

Chelsea FC (Ongland) - FC Barcelona (Spania)

Bayern Munchen (Týskland) - Besiktas (Turkaland)