Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Mjällby kunnu ikki grenja um lutakastið til annað undanumfarið í Champions League.
Mjällby skal í øðrum undanumfarinum møta vinnaranum av dystinum í fyrsta undanumfarinum millum Lincoln Red Imps úr Gibraltar ella Inter Club d’Escaldes úr Andorra. Avgjørt ikki ein uppgáva, ið skal undirmetast, men samlað eiga svensku meistararnir at vera betri enn meistararnir úr Andorra ella Gibraltar. Tó manglar Mjällby evropeisku royndirnar, ið bæði Lincoln Red Imps og Inter Club d’Escaldes hava í ríkiligt mát.
Tó eru svensku ítróttarmiðlarnir samdir um, at talan er um eitt dreymalutakast, tá hugsað verður um, at Mjällby, ið ikki eru styrkismettir kundi møtt antin Lech Poznan úr Póllandi ella Reyðu Stjørnu úr Serbia.
Mjällby spælir fyrra dystin á Strandvallen leikvøllinum í Hällevik 21. ella 22. juli. Returdysturin verður leiktur eina viku seinni.
Tó vera bert sitipláss loyvd, so áskoðarakapasiteturin til heimadystin verður bert 3.500 áskoðarar.











