Chauvinisma í Sosialinum

   

Tá vit lósu greinina í Sosialinum "Funnir sekir í neyðtøku", sum blaðmaðurin Edvard Joensen hevur skrivað, fingu vit rætt og slætt vaml.
Mátin blaðmaðurin velur at viðgera evnið er undir alt lágmark. T.d. skrivar hann, at teir ungu mennirnir úr Napoli "máttu bøta hart fyri at hava samlegu við eina unga norska gentu ímóti hennara vilja". Annar teirra fekk 1 ár og 3 mánaðir. Hin 1 ára fongsul. Hvussu tað skal blíva til "at bøta hart" er ikki at skilja, tí ein valdstøka er av grovasta harðskapi, sum í mongum førum oyðileggur lívið hjá offurinum.
Síðani tekur blaðmaðurin til at sitera eina - lystiliga - mannfólkavísu um "stokkuta gleði" og kallar í hesum sambandi italienararnar fyri "unglingar". At blaðmaðurin troystar sær at skriva soleiðis um eina 15 ára gamla gentu, sum er valdstikin fýra ferðir av tveimum monnum, er heilt ófatiligt. Lesarin fær ta fatan, at blaðmaðurin smírandi hugsar um lystiligu vísuna, og at hann - sum tað vaksna og búna mannfólkið hann er - næstan tekur synd í hesum býttu unglingunum, sum ikki vistu betri!
Tað er eisini ófatiligt, at Sosialurin serverar slíkt fyri lesarunum, og vit hava hug at spyrja blaðmannin, um hann hevði hildið tað verið ein "stokkut gleði", um hann sjálvur hevði upplivað at verið valdstikin av tveimum harðligum monnum fýra ferðir?
Var skrivingin ein roynd at spæla stuttligur, so man ein søga um valdstøku vera allar seinasta stað at gera tað.
Tað, sum ger søguna uppaftur meira syrgiliga, er, at norska gentan, sum býr á einum heimi fyri ung við atferðartrupulleikum, var á vitjan í Føroyum sum liður í viðgerð fyri at koma fyri seg. Men hetta heldur Edvard Joensen ikki hava týdning fyri søguna.
Tað, sum blaðmaðurin hinvegin heldur hava týdning er, um italienararnir - umframt endurgjald til gentuna - eisini skulu rinda fyri kostnaðin av tolki og ferðaútreiðslum, sum stava frá, at "gentan við fylgi er flogin úr Noreg til Føroya við serflogfari í samband við rættarmálið". Her fáa vit sum lesarar ta fatan, at Edvard Joensen heldur, at italienararnir eru offur og ikki gentan.
Blaðmaðurin heldur, at eitt ár og tríggir mánaðir í fongsli er at bøta hart fyri eina "stokkuta gleði". Men nemur ikki við, hvussu grova valdstøkan hevur skaðað ta 15 ára gomlu gentuna, og at hendingin kanska fer at skala hennara seksualitet og sjálvsvirðing restina av lívinum.
Tað kann ikki siga nóg ofta: Ein valdstøka er ein ólóglig, álvarslig og harðlig valdsdemonstratión, ið á ongan hátt - ongan - kann samanberast við "eina stokkuta gleði".