Christiano Ronaldo og Zlatan liðfelagar?

Sambært enskum og svenskum miðlum verða superstjørnurnar at síggja í Premier League

Nú er hjá øllum, sum halda við Manchester United at anda djúpt inn.

 

Sambært Manchester Evening News, og stóra svenska blaðnum "Expressen" verða superstjørnurnar Christiano Ronaldo og Zlatan Ibrahimovic liðfelagar í Manchester United komandi kappingarár.

 

Manchester Evening News veit at siga, at Christiano Ronaldo og nýggi høvuðsvenjarin hjá Real Madrid, Rafael Benitez klára ikki væl upp. Ronaldo dámar ikki venjingarnar hjá Benitez, og teir práta ikki saman, og einki eygnasamband er millum Ronaldo og Benitez, sambært Manchester Evening News. Blaðið sigur seg vita, at høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal fylgir gongdini í Real Madrid, og skal verða klárur at handla, um hann fær møguleikan. Gerst eitt keyp av Ronaldo veruleiki verður tað dýrasta spælarakeyp í Onglandi nakrantíð.

 

Stóra svenska blaðið "Expressen" veit nú at siga, at Zlatan Ibrahimovic skal verða á veg til Manchester United. Zlatan og Louis van Gaal hava áður sitið illa um sátt, men nú skuldi tey viðurskiftini verið í lagi, sambært Expressen, og tað liggur í fortíðini, sambært Zlatani.

 

Annars hevur Louis van Gaal biðið málverjan, David de Gea verða til reiðar til komandi kappingarár, tí í skrivandi stund fyriliggur eingin handil, og um einki drastiskt hendir tekur de Gea enn eitt tørn á Old Trafford.