Citroën C5 Weekend ? ein av størstu stationvognum

Nú tríggjar mánaðar eftir at Citroën C5 kom á marknaðin, er hann eisini komin sum stationvognur. Bilurin, ið nevnist C5 Weekend, er ein av størstu stationvognunum á marknaðinum


 

Citroën C5 hevur verið sera væl móttikin síðan hann kom á marknaðin í apríl. Bilurin er ein uppliving at koyra við nýggjast Hydraktiv 3 fjaðraskipanini. Nú er C5 eisini komin sum ein stórur og rúmligur stationvognur. Motorarnir eru teir somu sum á sedan modellunum, bæði bensin og HDi dieselmotorar.

Eisini sum vøruvognur

Bilurin er praktiskt innrættaður, viðførisrúmið er 563 litrar, og 1658 litrar við baksetrinum niðri. Rúturin í baklúkuni kann latast upp sjálvstøðugt, og við einum knøtti í viðførisrúminum ber til at hækka og lækka bilin 7 cm, um man til dømis hevur brúk fyri lægri lessihædd. Við Hydraktiv 3 fjaðraskipanini broytist fríhæddin ikki um bilurin verður lessaður. C5 Weekend fæst eisini sum vøruvognur.


??????????????????????????????????

Prísdømir: Citroën C5 Weekend


C5 2.2 HDi Weekend 136 hk 5 pers. kr. 284.070,-

C5 2.2 HDi Weekend 136 hk vøruvognur kr. 185.000,-

C5 2.0 HDi Weekend 110 hk vøruvognur kr. 159.500,-