Clattenburg fríkendur

Bretski dómarin, Mark Clattenburg, sum varð ákærdur av Chelsea leikara fyri rasistiskan málburð, er fríkendur av enska fótbóltssambandinum.

Tað var í Premier League dystinum móti Manchester United á Stamford Bridge, at Chelsea leikarin, Ramires, helt seg hoyra dómaran brúka rasistiskan málburð mótvegis John Obi Mikel.

Enska Fótbóltssambandið metir, at Ramiers hevur vitnað í góðari trúgv, men ongi prógv stuðla tí, sum brasilski miðvallarin sigur seg hava hoyrt. Heldur ikki viðleikarar hjá Ramiers siga seg hava hoyrt nakað. Tí er Mark Clattenburg fríkendur fyri allar ákærur.

Mark Clattenburg var ákærdur fyri at hava kalla miðvallaran úr Nigera, John Obi Mikel, fyri eina apu.