Rene Christensen, sum eigur og rekur Colorama-handilin í Miðbrekku 6 á Tvøroyri, sigur, at sølan av máling var væl størri í apríl í ár, enn hon var sama mánað í fjør. Tað hevur eisini verið nógv at gera higartil í mai, og Rene Christensen vónar, at góða gongdin, har fólk hava valt at brúka ein part av frítíðini til viðlíkahald, fer at halda fram, nú summarið nærkast.
- Jú, tað merktist væl, at nógv fólk vóru heima tær fyrstu vikurnar, eftir at landsins myndugleikar boðaðu frá, at nú fóru Føroyar niður í ferð - til tess at byrgja upp fyri smittuspjaðing, nú korona-virus herjar um stóran part av heiminum.
Rene Christensen vísir á, at fyri páskir vísti tað seg, at fólk serliga keyptu innanduramáling og soleiðis stákaðust innandura. - Men, tá vit so eisini fingu nakrar góðar dagar við sól dagarnar eftir páskir, fóru fólk eisini at keypa uttanduramáling.
Eigarin av Colorama á Tvøroyri fegnast um, at sesongin við sølu av máling byrjaði tíðliga í ár, og nú vónar hann, at summarið eisini verður gott, soleiðis at hugurin at mála og viðlíkahalda heldur fram.
Rene Christensen vísir á, at fyrstu dagarnar, eftir at fleiri korona-tilburðir vórðu staðfestir í Føroyum, vóru fólk varin og líka sum vistu ikki ordiliga, hvussu tey skuldu fyrihalda sær.
- Vit skipaðu okkum væl í handlinum og settu neyðugar avmarkingar, har vit eitt nú stongdu partin uppi á við gardinum, seingjarklæðum, handklæðum, dúkum og ymiskum gávulutum.
Rene Christensen sigur, at tá fólk sóu, at Colorama tók neyðug atlit til smittuvandan, sóu tey eisini fleiri og fleiri viðskiftafólk inni á gólvinum, og sum dagarnir gingu fingu tey heilt nógv at gera við málingini.
Colorama á Tvøroyri hevur eisini lutfalsliga nýggja seingjardeild, har tey selja By KARMA sengur, og onkur song er eisini seld í hesum korona-tíðum.
- Eg haldi, at tað hevur havt stóran týdning, at vit skipaðu okkum væl við hondspritti og avmarkingum í handlinum. Fólk eru ikki sloppin at ganga um allan handilin, men øll hava fingið tað, tey hava spurt eftir, sigur Rene Christensen í Colorama á Tvøroyri.