Døglingar løgdu beinini í Sandvík

Í dag um middagsleitið løgdu fólk í Sandvík til merkis, at tríggir døglingar lógu á sandinum Tað var beint eftir døgurða, at fólk í Sandvík varnaðust, at døglingarnir høvdu gjørt landgongd á sandinum yviri við Eggjaland.

Roynt varð fyrst at seta enda á teir við báti, men hetta hepnaðist ikki. Síðani kom ein gravkúgv og tá bar til, og døglingarnir vórðu koyrdir í lastbil og fluttir á bryggjuna í Hvalba. Har hava menn í kvøld skorið upp. Í Hvalba eru betri umstøður og til ber eisini at viga við vektini á virkinum har.

Sagt verður, at hesir døglingarnir als ikki eru millum teir størstu. Býtt verður til alla Hvalbiar sókn.