At útlendingar sikta eftir okkum, tí vit drepa grind, kann ikki góðtakast uttan víðari, tí grindin er og hevur verið partur av okkara tilfeingi alt tað, vit vita um.
At kyksilvurspurningurin er har og má takast í álvara, er einki at yvast í.
Av somu orsøk eru tað ikki vit, men havdálkingarkeldurnar, ið eiga fokusið og ákoyringarnar - serliga frá okkum, sum í stóran mun liva av havsins tilfeingi.
Og fokus og ákoyringarnar á havdálkararnar eigur at byrja í dag heldur enn í morgin, eisini tí, at mong - við skili fyri havdálking - siga nú bart út, at heldur dálkingin áfram - sum nú - so vil um 50 ár einki livandi finnast í Heimsins høvum.
Tá er ov seint at gráta.
Føroyingar kunnu kanska vera við til at venda pílinum rætta vegin í stundini, so møguleiki kanska verður at sleppa undan avsporaðum ágangi og dómadagsdálking.
Tað hevði gagnað okkum bæði nú og í framtíðini.