Dómadagur í Fuglafirði

Tað hevur gingið illa hjá ÍF í ár og í kvøld skulu trý stig heintast um ÍF skal yvirliva. B36 er í Klaksvík, meðan Víkingur fær vitjan av B68

Aftaná 19 dystir hevur ÍF skravað 16 stig saman. Í fjør hevði ÍF 31 stig aftaná 19 umfør. Tað vil siga, at ÍF hevur bara fingið helmingin av stignum í ár í mun til í fjør. Í kvøld kemur B71 á vitjan, sum tey flestu vilja verða við, ikki hava nakran møguleika at varðveita sessin í bestu deildini.
ÍF hevur fýra stig upp til 07 Vestur, sum í evstu løtu misti tvey stig móti KÍ í seinasta umfari. Tí er tað av alstórum týdningi, at ÍF vinnur á B71 í kvøld.
B71 vann bara tann eina dystin í fyrru hálvu í landskappingin. Hann var á Fløtugerði í Fuglafirði móti ÍF, tí vita sandoyingar hvussu teir skulu basa ÍF. Um B71 skal gera sær nakrar tankar um at yvirliva, so skulu teir vinna á ÍF og 07 Vestur komandi tveir dystirnar.

Oddaliðið í Klaksvík
B36 koyrur við somu ferð og truml­aði ÍF umkoll sunnudagin í Gundadali. B36 er eisini favorittur at vinna á KÍ í kvøld. Súni Olsen sat uttanfyri tað mesta av dystinum móti ÍF, men verður óiva við í kvøld.
Dysturin verður somuleiðis serstakur fyri Atla Danielsen, ið spælir sín fyrsta dyst ímóti KÍ nakrantíð.
Tað kom væl við hjá KÍ, at frí­sparkið hjá Hjalgrími Elttør fór í netið móti 07 Vestur sunnudagin. Tí annars hevði tað so smát byrja at brent undir KÍ, men við eina stiginum verður frástøðan eisini hildin niður til 07 Vestur.
Maðurin, ið KÍ skal halda eyga við er Lukasz Cieslewicz, sum hevur skotið fýra mál í tveimum dystum móti KÍ.

Pápi móti soni í Gøtu
Í Sarpugerði í Norðagøtu koma tofta­menn á vitjan. Víkingur vann um vikuskiftið greiðan sigur á B71, umframt at liðskiparin, Atli Gregersen, er tøkur aftur eftir leik­bann. Kravið til Víking er greitt, teir skulu vinna dystin umteir skulu framhaldandi verða fremsti av­bjóð­arin hja B36 til at vinna FM heitið.
B68 vann um vikuskiftið á HB og er seks stig frá fjórða pláss­inum, sum gevur atgongd til Evropa League. Skal B68 fáa fatur á hasum fjórða plássinum, so skulu tofta­menn helst hava stig í kvøld.
Í tveimum teimum fyrstu dyst­inum teirra millum, hevur Víkingur vunnið báðar 2-1. Nú er so spurn­ingurin um B68 miðvallarin, André Olsen, sonur Víkinga venjarin, Jógvan Martin Olsen, tímur at hoyra upp á pápan sum sigursharra rest­ina av kappingini. Hetta er triði og sein­asti møguleiki hjá André at koppa pápa sínum og Víkingi.

EB/Streymur favorittur í Gundadali
HB og EB/Streymur hava seinnu ár­ini kempað um meistaraheitið, men í ár er støðan ein onnur. HB hevur eitt av teimum ringastu kapp­ingar­árinum í søgu felagsins og kann gloyma alt um FM og heiðurs­merkir. Tapið á Toftum sunnudagin stað­festi aftur, at HB hevur langt á mál og marginalarnir ikki fylgja vern­adi meistarinum.
EB/Streymur heldur fram við at trýsta B36 og Víking. Leygarkvøldið vann EB/Streymur ikki minni enn 5-1 á NSÍ, tó undir serligum um­støðum, tí NSÍ fekk ein mann út­vístan tíðliga í dystinum. HB og EB/Streymur hava spælt nógvar góðar og avgerandi dystir seinni árini, men í kvøld er EB/Streymur favorittur.
Seinast liðini møttust vann EB/Streymur 3-1 á HB. Dysturin gjørd­ist søguligur, tí EB/Streymur brendi ikki færri enn trý brotsspørk í fyrra hálvleiki. So er spurningurin um EB/Streymur heldur vil hava inn­kast enn brotsspark?

07 Vestur skal vaska 9-0 tapið
Seinast 07 Vestur var í Runavík taptu teir ikki minni enn 9-0. Talan er um størsta ósigurin í lands­kappingini í ár. 07 Vestur hevur síðani staðið seg væl í lands­kapp­ingini og hevur góð kort á hondini viðvíkjandi niðurflyting. Nú skulu teir eisini vaska 9-0 tapið av sær endaliga.
NSÍ hevur framvegis luft niður til liðini, ið elta teir og fjórða plássið, sum gevur atgongd til Evropa League. NSÍ er favorittur at vinna dyst­in, men skaðar og leikbann gera um seg í Runavík.