Tær 10 moyggjarnar
Matteus, kap. 25, ørindini 1-13: v1 Tá skal himmiríkið verða líknað við tíggju moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta brúðgóminum. v2 Men fimm teirra vóru óhygnar og fimm hygnar. v3 Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; v4 men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum. v5 Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. v6 Men um midnátt kom róp í: »Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!« v7 Tá vaknaðu allar hesar moyggjarnar og fóru at gera lampur sínar til. v8 Men hinar óhygnu søgdu við hinar hygnu: »Latið okkum fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí at lampur okkara slokna.« v9 Men hinar hygnu svaraðu og søgdu: »Nei, tað fer ikki at røkka til hjá okkum og hjá tykkum við. Farið tit heldur til teirra, ið selja, og keypið tykkum sjálvum.« v10 Meðan tær nú fóru avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps; og dyrnar vórðu latnar aftur. v11 Men seinni komu eisini hinar moyggjarnar og søgdu: »Harri, harri, lat okkum upp!« v12 Men hann svaraði og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.« v13 Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!
Prædika
Í lívsins skiftandi forløgum leita vit mangan eftir einari lagaligari løtu. Nær er tað hóskandi at siga tað, sum sigast skal? Nær er hin lagaliga løtan at gera tað, sum gerast skal? Nær er ein hóskandi løta til sátt og semju, at fáa alt tað í rættlag, ið líkasum tyngir og darvar.
Eisini tá talan er um andalig viðurskifti leita vit eftir einum hóskandi høvi. Skriftin er greið í hesum máli, og tosar um dagin í dag. Dagurin ígjár er farin, morgindagurin er ikki komin, - men í dag er Harrin at finna. »Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum freistingardagin í oyðimørkini” (Hebr. 3,7). Sjálvt um skriftin talar um farnar dagar, upphav heimsins, skapan og endurskapan. Sjálvt um hon sigur søguna um Jesus, og talar um komandi tíðir. Sjálvt um skriftin bæði hyggur aftur í tíðina og lítur frameftir, - so er tað tó altíð talan um tíðina nú og dagin í dag.
---
Tað er ein lítil søga við heitinum “Nær eiga vit at venda um?” Søgan er ein samtala millum ein eldri mann og ein ungan drong. Hin eldri maðurin hevði livað saman við Jesusi í nógv ár, og hvíldi í trúnni á Kristi fullgjørda verk. Hin ungi maðurin var søkjandi, leitað eftir eini hvíld, ið kundi skapa frið í eitt bivandi hjarta. Ein dagin møtast hesir báðir, og samtalan byrjar líkasum av sær sjálvum.
- Nær heldur tú, at tað er hóskandi at venda um?, spurdi unglingin hin gamla mannin.
- Tað kann gerast dagin fyri at ein doyr!, svaraði hin gamli.
Unglingin gjørdist ikki sørt bilsin. Minst av øllum hevði hann væntað eitt slíkt svar frá hesum gamla trúgvandi manninum. Undrandi spurdi hann uppaftur: - Men hvør veit og hvør kennir tíðina, tá vit skulu doyggja?
- Tað kann meiri enn so henda í morgin, svaraði hin gamli.
- Íðan, so skuldi eg altso vent um í dag, segði hin ungi og hugsaði djúpt og álvarsamt.
Hin gamli svaraði kærleiksfullur og sáttliga: - Ja, vinur mín. Ein so týdningarmikil avgerð eigur ikki at verða útsett. Í morgin kann tað gerast ov seint!
---
Sjálvt um søgan er einføld, er hon í stuttum ein neyv lýsing av evangeliska veruleikanum. Vit hoyra gleðiboðskapin um frelsu og ævigt lív. Vit fáa høvi at ganga yvirum frá deyðanum til lívið. Vit eiga ein frelsara, ið er deyður fyri alla synd heimsins. Tað ber til at ogna sær tað æviga lívið, alt vegna Jesu miklu náði og fullgjørda verk hansara á Golgata.
Náðitíðin
At seta út, er sjáldan gagnligt. Tað kann henda seg, at tað tímiliga er ein vinningurin at vera tolin og bíða, bíða í dagar og ár. Andaliga er tað øðrvísi. Tað er ongantíð ov skjótt at koma til Jesus. Jú fyrri vit koma, tess størri innihald fáa dagarnar á jørðini. Jesus er ein dýrgripur, sum bara veksur í virði. Hann er hin sami í dag, sum í gjár og til ævigar tíðir. Og tó er Jesus størri og dýrari fyri hvønn dag, vit fáa náðir at fylgjast við honum. Hann er ein undurfullur frelsari og menniskjans besti vinur.
Nú er lagaliga løta,
hirðans rødd her kallar teg
opin stendur lívsins gøta
- atgongd frí á himnaveg
Náðitíðin – hetta ríka og álvarsama orðið. Tíðin, tá Guds náði streymar móti menniskjum. Fyrigeving syndanna og ævigt lív. Ein frið á jørðini, sum hesin heimur ikki eigur at geva. Ein gleði, reinari enn øll onnur.
Náðitíðin – hetta ríka og álvarsama orðið. Einaferð vóru tað 10 moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta brúðgóminum. Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar og tær sovnaðu.
Tær 10 moyggjarnar livdu í náðitíðini, og tær sovnaðu, meðan náðitíð var. Eingin kann vakja ævigt her niðri á jørðini, og neyðugt er at sova. Náðitíðin fevnir yvir bæði likamliga vøku og svøvn.
Men náðitíðin er meira enn vøka og svøvnur. Talan er heldur um, hvussu vit liva teir tímarnar vit vakja, og hvussu vit leggja okkum at sova. Avgerandi spurningurin er, um vit sum vakin liva inni hjá Jesusi, og tá so svøvnurin kemur, leggja okkum at sova í Jesu navni.
Ein avgerandi munur
Tað vóru 10 moyggjar. Tær líkjast allar í sínum útgangsstøði. Og tó nevnir skriftin, at fimm teirra vóru hygnar og fimm óhygnar. Tær livdu, tær fyrireikaðu seg, og tær sovnaðu allar.
Í tí at liva og í tí at sovna líkjast øll menniskju við ávísum frávikum. Men hvussu vit liva? – og um vit Guds orði gætur og fyrireika okkum til evsta dag – tað er her hin avgerandi munurin kemur til sjóndar. Tær hygnu moyggjarnar høvdu olju við sær, so hellast kundi á lampurnar, tá oljan gekk undan.
Henda kostnaðarmikla oljan hvørs prísur er ævinleikin. Oljan til lívsins lampu og ævigt lív í himmalskum ríki. Henda dýrabæra oljan fæst ókeypis. Ein og hvør, sum vil lata seg fylla av Guds orði og mynd av hansara heilaga anda, fær nóg mikið av olju, so lampan kann brenna og bera ljós, til Kristus kemur.
Hvussu vit liva lívið, - tað er lívsins stóra álvarsemi. So avgerandi er tað, at vit gera okkum búgvin at taka ímóti Jesusi, tá hann kemur aftur á himmalskum skýggjum. At vit eru búgvin at møta Jesusi, tá vit fara foldum frá. At vit hoyra profetanna áminning, tá sagt verður: Ger teg búnan at møta tínum Gudi!
Stongdar dyr
Vanliga eri eg kendur fyri at hava drúgvar prædikur, men einaferð havi eg hildið eina prædiku í Viðareiðis kirkju, ið einans tók nakrar fáar minuttir.
Um tað mundið, tá hin klassiski grikski sjónleikurin “Antigone” var spældur í Norðurlandahúsinum, var ein soljóðandi lýsing í útvarpinum í middegi leygardag: “Frá Norðurlandahúsinum. Sjónleikurin Antigone verður frumsýndur sunnudagin kl. 16. Møtið stundisliga. Dyrnar verða stongdar, tá leikurin byrjar. Norðurlandahúsið”.
Henda lýsingin gav íblástur til dagsins prædiku. So stutt og greitt kann tað sigast. Tey, ið ynsktu at síggja leikin, máttu koma stundisliga. Klokkan 16 vórðu dyrnar stongdar. Tá vóru tey innanfyri, sum innanfyri vóru. Og uttanfyri, við stongdar dyr, tey ið komu ov seint.
Eitt er koma ov seint í Norðurlandahúsið. Tað er harmiligt at koma á stongdar dyr og hava goldið atgongumerkið. Tað var einki endurgjald til teirra, ið komu ov seint, komu á stongdar dyr.
Útvarpslýsingin minnir á, at tað letur seg gera at koma ov seint. Minnir á, at ov seint er ov seint! Frásøgnin um tær 10 moyggjarnar sigur tað sama: Brúðgómurin kom, og tær fimm, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps. Og dyrnar vórðu lætnar aftur.
Hinar fimm, hvørs lampur tóku at slókna, skuldu nú í skundi fara at keypa olju. Alt tekur sína tíð, og tá talan er um ævinleikan er umráðandi at vera ferðabúgvin. Tær fimm óhygnu gjørdust ov seinar. Tær bóðu um, at dyrnar vórðu lætnar upp. Men brúðgómurin svaraði greiður í síni útsøgn: - Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.
Tala Jesu er greið og einki at fara skeivur av. Innanfyri ella uttanfyri. Hyggin ella óhyggin. Kendur av Jesusi og vardur í hansara hondum, ella fremmandur og bankandi til fánýtis á himinsins dyr. Frelstur inni í himmalskum ríki, ella glataður í myrkrinum fyri uttan.
Tað er valla av tilvild at áminningin ljóðar so reinmælt: Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!
Rættvísi ella náði
Ein ung genta kom til franska keisarin Napoleon, og bað rørd á málinum: - Tygara hátign. Eg biðið tygum náða pápa mínum.
- Hvør er pápi tín, og hvør er tú?, spurdi keisarin.
- Eg eiti Lojolia, og pápi mín er dømdur til deyða.
- Ja, barn mítt, segði keisarin. So kann eg tíverri ikki hjálpa tær. Hetta er aðru ferð, at pápi tín er funnin sekur.
- Ja, eg veit tað, Harri, rópti tann neyðstadda gentan. Men eg biði ikki um rættvísi. Eg biði um náði!
Tað sóust nakrar rørslur á andliti keisarans. Tár komu í eyguni. Eftir at hava hugsað seg um eina løtu, segði hann: - Jú, pápi tín skal verða náðaður. Hann er fríur.
- -
Vit eru vegna okkara synd og misgerð sek til deyða. Guds rættvísi dømir okkum sek at vera. Men lovaður verði Gud fyri frelsaran Jesus, at vit vegna fullgjørt verk á Golgata kunnu biðja um syndanna fyrigeving – og fáa fyrigeving!
Nú er lagaliga løta,
hirðans rødd her kallar teg
opin stendur lívsins gøta
- atgongd frí á himnaveg
Kemur tú, kemur tú
hesa lagaligu løtu
inn á lívsins himnagøtu
- burtur úr glatan – inn til Gud.
Opnar himnadyrnar standa
hesa lagaliga stund
vinur, bjarga tær úr vanda
leita nú á Harrans fund!
Sjálvur Jesus rættir hendur
móti tær í hesi stund:
Sig mær, hví tú úti stendur,
á, tað hevur slíkan skund!
Sí, eg komi skjótt í skýnum
- náðitíð tá farin er;
brátt eg komi eftir mínum,
vilt tú tó meg vraka her?
Eg tær bjóði búnan hvíta,
eg tær bjóði ævigt lív,
- o, tú kanst á lyftið líta,
tú, mítt dýra keypta vív!
Frelsari, eg til tín stevni
hesa lagaligu stund;
tak meg at tær, tú meg fevni,
nú eg komi á tín fund!
Niðurlag
Bjarga mær! Bjarga mær
hesa lagaligu løtu
inn á lívsins himnagøtu
burt úr glatan – heim til Gud!
(Orð: Petur J. Sigvardsen)