Peg Saragina er forseti í ISBE og hevur hon verið tað seinasti árið. Hon sær tað sum sína fremstu uppgávu at dagføra felagsskapin. - ISBE er ein sera gamal felagsskapur og tí tykist hann kanska í so stirvin. Tí haldi eg tað er mín uppgáva at dagføra henda stovnin og innføra nakrar nýggjar samskiftisskipanir og sum heild at gera felagsskapin meiri livandi og dynamiskan, sigur forsetin í ISBE.
- Onkursvegna ber til at siga, at felagsskapurin enn er í 20. øld, og at tað nú er mín uppgáva at hála inn í nútíðina og yvir í 21. øld, sigur Peg Saragina.