Í dag er leygardagur 24. desember.
Dagurin eitur Ádam. Eftir bíbliuni fyrsti maður (1. Mós. 2-5). Navnið er helst sett til jólaaftan sum mótsetningur til Kristus, hin annan Ádam, dagin eftir.
Navnið merkir maður, menniskja, er gjørt eftir orði, ið merkir jørð, akurjørð..
Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).
Hendingar:
1818: Stille Nacht, Heilige Nacth verður komponeraður av Franz Gruber. Á føroyskum eitur sálmurin Gleðilig Jól. UNESCO útnevndi í 2011 sálmin av verða partur av mentanarvi heimsins.
1979: Sovjett samveldið ger innrás í Afghanistan. Sovjettar kláraðu seg illa ímóti mujahidin bardagamonnunum, ið førdu guerilla taktikk. Kríggið helt á í 10 ár, men Sovjett trekti seg í 1989, eftir at 15.000 hermenn vórðu falnir.
Føðingardagar:
- Jens Olivur Lisberg (1896-1920), Fámjin. Løgfrøðingur, ið saman við Janus Øssursson og Paula Dahl gjørdu føroyska flaggið, Merkið. Flaggið bleiv tó ikki góðkent sum tjóðarmerki fyrrenn 25. apríl 1940. Jens Olivur Lisberg doyði av lungnabruna í 1920..
- Lemmy Kilmister (1945-2015). Fyrrverandi sangarin í Motörhead.
- Stephenie Meyer (1973). Rithøvundur, ið millum annað hevur skrivað Twilight Saga.
Deyð henda dagin
- 1524: Vasco da Gama (1460-1524). Rannsóknarfarari úr Portugal, sum ár rannsóknarferð í 1497-1499, fann sjóvegis leiðina til India. Leiðin gjørdist sera týdningarmikil fyri millum annað handil og legði botn fyri øktari evropiskari hjáveru í Asia.
- 1980: Karl Dönitz (1891-1980). Týskur admiralur og seinasti forseti í Nazi Týsklandi eftir Hitler. Hitler ynskti, at Dönitz tók yvir eftir seg og hann sat sum forseti í ein mánað, so bleiv stjórnin tikin av teim allieraðu. Karl Dönitz bleiv dømdur í Nürnberg í 1945 at sita 10 ára fongsul fyri hernaðarbrotsverk.
- 1990: Thorbjørn Egner (1922-1990). Norskur rithøvundur, ið millum annað skrivaði Karius og Baktus, Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum, og Klintrimús.