- Dagurin var heilt serligur

Soleiðis sigur Marjun í Kálvalíð, sum í gjár í Vestmanna Kirkju varð skipað í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við tænastu í Vága Prestagjaldi. Eg eri ótrúliga glað fyri dagin og fegnist um, at eg hevði góð fólk rundan um meg, nú eg helt mína fyrstu prædiku, sigur Marjun í Kálvalíð

Vestmanna kirkja var fullsett, tá 53 ára gamla Marjun í Kálvalíð í gjár bleiv innsett sum prestur í Norðstreymoy og Vágum. Tað var dómpróstur, Uni Næs, ið skipaði Marjuna í Kálvalíð í kallið.
Marjun í Kálvalíð, ið bleiv prestvígd í dómkirkjuni tann 15. september, er serstakliga fegin um løtuna í kirkjuni í gjár.
- Dagurin var heilt serligur og deiligur, og eg hevði eina góða kenslu alla tíðina. Tað var ótrúliga deiligt við eini fullsettari kirkju, góðum kórsangi og ikki minst, at eg hevði góð fólk rundan um meg á hesum serliga degnum. Tað er púra víst, at eg havi dugnaligar og fittar prestar sum starvsfelagar, og eg føli meg ógvuliga væl móttikna, sigur Marjun í Kálvalíð, ið er ættað úr Miðvági og hevur starvast sum sosialráðgevi, áðrenn hon fór at lesa gudfrøði.

Kendi meg væl
Til gudstænastuna í gjár helt Marjun í Kálvalíð sína fyrstu prædiku.
- Eg havi hildið prædikur áður, tá eg las gudfrøði, men hetta var fyrstu ferð, at eg prædikaði í míni kirkju so at siga, fortelur Marjun í Kálvalíð, sum hevði ábyrgdina av einum parti av gudstænastuni.
- Í gjár var eg fyri fyrstu ferð fyri altarinum. Bert vígdir prestar kunnu vera fyri altarinum, og sostatt royndi eg tað fyri fyrstu ferð í gjár. Eg kendi meg væl og borna av hugsanum og bønum, sigur Marjun í Kálvalíð, sum hevði fyrireikað seg væl til dagin.
- Fyrst og fremst hevði eg lisið tekstin fleiri ferðir. Eg lesi altíð tekstin á upprunamálinum, sum er á griskum, og síðani umseti eg sjálv. Tað er eisini umráðandi fyri tekstin at lesa samanhangin, og tí hyggi eg eftir, í hvørjum samanhangi teksturin er skrivaður. Eg brúki annars tað, ið fellur mær inn, og sum eg meti, hóskar til prædikuna, greiðir Marjun í Kálvalíð frá.

Gleðir seg
Nýggi innsetti presturin sigur seg síggja fram til at virka sum prestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldið.
- Tað er eitt ótrúliga ríkt kirkjulív her í økinum, og javnan verður eisini skipað fyri ymsum øðrvísi tiltøkum í kirkjuni. Eitt nú hava tað verið konsertir, fyrilestrar, kirkjubio, kingokór og annað, og tað er alt nakað, sum eg gleði meg at verða partur av, sigur Marjun í Kálvalíð.
Sóknarkirkjan er í Vestmanna, har Marjun í Kálvalíð býr, men hon skal eisini til aðrar kirkjur í sóknini.
- Eg síggi fram til at koma út til tey ymsu støðini, og gleði meg til veruliga at koma í gongd við starvið.