Damanaki var uppreistrarkvinna í Athen í 1973

Dag og dagliga er navnið Maria Damanaki at lesa her á Portalinum og í øðrum føroyskum fjølmiðlum.

Flestu munnu hava varðnast, at hon er ES-kommisserur í fiskivinnumálum, og at hon hevur avgerandi ávirkan á, um og hvussu Europasamveldið fer at seta í verk handilsboykott ímóti Føroyum og møguliga Íslandi orsakað av ósemjuni um silda- og makrelfiskiskapin í Norðuratlantshavi.

Hvør er Maria Damanaki í veruleikanum?

Ein leiting á internetinum vísir, at Maria Damanaki taldist millum leiðararnar av tiltikna studentauppreistrinum ímóti hernaðarjuntuni í Grikkalandi í 1973.

Hon var lesandi á polytekniska skúlanum í Athen, Polytechneion, tá ið studentar fóru í verkfall, víðgyrdu seg í bygningum skúlans og fóru at senda ólógligar útvarpssendingar sum mótmæli ímóti hernaðarstýrinum.

Maria Damanaki var ein av høvuðsrøðarunum, hvørs røður vórðu útvarpaðar í grikska høvuðsstaðnum.

Tíðliga um morgunin 17. november 1973 breyt ein stríðsvognur sær veg ígjøgnum portrið til Polytechneion og koyrdi inn á skúlans øki. Hóast ongin studentur á skúlaøkinum lat lív, vísti ein kanning eftir, at hernaðarstýrið var fallið, at tilsamans 24 sivil mistu lívið uttanfyri Polytechneion. Maria Damanaki sjálv varð handtikin og pínd eftir uppreisturin í Athen.

Maria Damanaki, sum í dag er 63 ára gomul, hevur kommunistiska bakgrund og fór í 1973 upp í politikk ytst á vinstravonginum. Hon stovnaði sín egna flokk í 1991 og gjørdist fyrsti kvinnuligi floksformaður í Grikkalandi. Í 2003 fór hon upp í PASOK, grikska sosialdemokratiska flokkin.

Tann 20. november í 2009 innstillaði grikska stjórnin hana til at gerast ES-kommisserur fyri Grikkaland.

Maria Damanaki er fødd á Kreta, hon eigur trý børn og er fráskild.