Marknaðarføring
Norska fiskivinnublaðið Fiskaren hevur gjørt rættiliga fitt burtur úr norskum átaki í Brasiliu í sambandi við árliga karnevalin, ið er eitt stórt føstulávintstiltak.
Blaðið kallar greinina, sum fyllir tað mesta av tveimum síðum við myndum, fyri “I sambatakt for klipfisken”.
Stóri karnevalurin í Copacabana, sum liggur nær við Rio de Janeiro, byrjar 40 dagar fyri páskir, og er soleiðis eitt stórt og afturvendandi tiltak undan føstuni.
Tiltakið varar í einar fýra dagar, og við endan av tiltakinum er stór framførsla við kappingum millum dansiskúlar, sum verður víst í sjónvarpi.
Marknaðarføring
Brasilia keypir stórar nøgdir av norskum klippfiski, og norðmenn halda, at tað hevur stóran týdning at vera við og gera vart við seg við eitt slíkt høvi, sum brasilianski karnevalurin er.
Ikki færri enn 40 norskir útflytarar vóru soleiðis við til karneval-tiltakið í Copacabana, og millum hesi vóru fleiri umboð fyri klippfiskaframleiðsluna í Ålesund.
- Tað er hugaliga og áhugavert at sleppa at umboða Ålesund undir slíkum umstøðum. Klippfiskurin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri býin síðan 1870. Brasilia hevur soleiðis verið við til at sett Ålesund í ein miðdepil, sigur borgarstjórin í Ålesund, Arve Tonning, sum eisini var við í norska ferðalagnum.
Tað var norska Útflutningsráðið,
sum stóð á odda fyri norsku luttøkuni.
Nógvir hyggarar
Fiskaren metir, at umleið 2,3 miljardir fólk kring um heimin síggja upptøkurnar av endaligu framførsluni, tá samba-skúlar í Brasiliu kappast um at enda í fremstu røð. Væntandi er eisini, at eini 85 av 180 miljónum fólkum í Brasiliu síggja hesa framførslu á sjónvarpsskíggja.
Norska Útflutningsráðið setir tí stórar vónir til eitt slíkt marknaðarføringstiltak og heldur, at tær umleið 5 miljónir krónurnar, sum tiltakið kostar, eru ein góð íløga í marknaðarføringini av norskum fiskavørum í Brasiliu.