Dansitónleikari hjálpti KÍ

2. deild: Klaksvíkingar vóru illa mannaðir, tá Royn fekk fyrsta stigið á árinum

2. deild: Royn?KÍ 0?0


Tað var bygdarstevna í Hvalba dýra biðjudag. Tí var 2. deildardysturin móti KÍ framskundaður. Umframt at spæla um stigini, so var eisini eitt steyp sett upp á spæl. Dysturin endaði málleysur. Liðini fingu eitt stig í part, og kanska oyðiløgdu klaksvíkingar eitt sindur av stevnuhýrinum, tá teir struku avstað við steypinum. Tað gjørdu teir, tí teir vunnu brotssparkskappingina.

Í Runavík næstsíðsta leygardag fekk KÍ málleysan javnleik við at verja og dúva upp á møguleikarnar fyri snarálopum. Uppskriftin var nett tann sama í Hvalba. Úrslitið var eisini tað sama, men fyritreytirnar at røkka úrslitinum vóru heilt øðrvísi.

Tað gekk illa at fáa fólk at fara suður við Claire. Á veg suður vóru teir bara tíggju spælarar. Men lukkutíð fyri klaksvíkingar var dansiorkestrið Kjølar á veg suður at spæla til stevnudans. Guitaristurin Jens Marni Hansen hevur spælt fótbólt á yngri árum. Á veg suður varð hann skrásettur sum KÍ spælari, og sum álopsmaður bant hann ein verjuspælara allar 90 minuttirnar.

Hvalbingar høvdu bóltin so nógv tann størsta partin av tíðini. Teir høvdu nógvar royndir móti málinum, men Meinhard Joensen var tryggur millum KÍ stólparnar.

Í 2. hálvleiki var trýstið stórt. Vilmund Mikkelsen, sum teir í Hvalba hava grivið framaftur, var tætt við, tá hann snaraði kring seg sjálvan og sendi dygst fram við stólpanum. Besti maður á vølli var Gisli Sveinbjørnsson. Hann reikaði nógv og var góður við bóltinum. Ta einu ferðina lobbaði hann upp um KÍ málverjan, men aftasti KÍ maðurin, Andreas Josephsen, bjargaði á mállinjuni.

Ei undur var í, at klaksvíkingar vóru væl nøgdir við javnleikin. Teir vóru illa mannaðir, og meðan teir spældu, vóru bæði Atli Danielsen og Gunnleivur Biskupsstøð plágaðir av skaðum. At Royn ikki megnaði at vinna móti einum sovornum mótstøðuliði sigur eisini, at hvalbingar eru ikki so væl fyri, sum teir onkuntíð hava verið. Stigið móti KÍ var tað fyrsta á árinum, og komandi leygardag fáa teir ein nýggjan møguleika á heimavølli. Tá koma næstbestu gøtumenninir suður. Ivaleyst fara teir at megna at manna lið uttan at verða noyddir at fáa hjálp frá dansitónleikarum!