Danska stjórnin gloppar dyrnar fyri meira olju- og gassvinnu

Danska stjórnin útilokar nú ikki, at loyvini at vinna olju og gass í Norðsjónum kunnu verða longd.

Tað skrivar DR, sum hevur fingið skrivligt svar frá veðurlags-, orku- og veitingarmálaráðfrúuni, Samiru Nawa.

 

Hon hevur áður sagt, at tað var "fullkomiliga óhugsandi" at leingja loyvini. Nú sigur hon kortini, at stjórnin fer at taka støðu til spurningin við atliti at fleiri viðurskiftum.

 

– Alt hetta mugu vit hava við í metingini, tá vit í stjórnini skulu taka støðu til, um arbeiðið skal halda fram, skrivar Samira Nawa sambært DR.

 

Hon vísir samstundis á, at stjórnin hevur hert veðurlagsmálini, og at ein leinging av loyvunum fer at økja um útlátið av vakstrarhúsgassi.

 

DR skrivar, at stjórnin sostatt er opin fyri at endurmeta støðuna, hóast ráðkvinnan áður hevur verið greitt ímóti at leingja loyvini.

 

Kelda: DR/Ritzau.