Flestu lesandi verða tikin inn á námsfrøði

Í nátt fáa túsundtals umsøkjarar boð um, hvørt teir eru tiknir inn á útbúgvingina, teir hava søkt inn á í Danmark

Samanlagt verða 58.673 umsøkjarar tiknir inn á eina hægri útbúgving í Danmark. Av teimum eru 79 prosent tikin inn á ta útbúgving, sum tey høvdu sett sum fyrsta val.

 

Námsfrøði er aftur í ár tann útbúgvingin, sum tekur inn flest nýggj lesandi.

 

Topp 10-listin sær soleiðis út (broyting samanborið við 2025 í klombrum):

 

  1. Námsfrøði: 3.590 (-22)

  2. Sjúkrarøktarfrøði: 3.207 (+108)

  3. Diplomverkfrøði: 3.032 (-151)

  4. Civilverkfrøði: 2.963 (-19)

  5. Búskaparfrøði: 2.512 (-54)

  6. Fólkaskúlalærari: 2.192 (+146)

  7. Fíggjarbúskaparfrøði: 2.101 (-68)

  8. Sosialráðgevi: 2.034 (-6)

  9. Læknafrøði: 1.876 (+31)

  10. Løgfrøði: 1.654 (-33)

 

Tølini eru almannakunngjørd av danska Granskingar-, Útbúgvingar- og Talgildingarmálaráðnum.