Norrøna Felagið
í Føroyum
Á fundi í Norrøna Felagnum mikukvøldið, fer Tove Danielsen at hugleiða um donsk-føroysku viðurskiftini fyrr og nú. Tover er dani, fødd í Falster í 1948. Hon er útbúgvin innan handil, giftist til Føroya og hevur búð her í 22 ár. Í dag hevur hon tvey vaksin børn og fæst mest við at umboða Tupperware.
? Tá eg kom til Føroya var tað in at vera danskari. Í dag er tað heilt annarleiðis, sigur Tove Danielsen, sum tó nú, eins og fyrr, dámar væl í Føroyum.
? Tað stóð iki á at fáa arbeið sum dani, tá eg ko higar. Í dag er annarleiðis. Arrbeiðsloysi er sjálvandi ein orsøk, men tá eg kom higar, var tað ein fordeilur at vera danksari. Tað er tað ikki í dag, sigur hon.
? Men, leggur hon afturat. ? Eg havi ongar trupulleikar í so máta, men trívist tvørturímóti avbera væl í Føroyum.
Tove Danielsen hevur eisini verið virkin innan føroyskt felagslív. Sama dfagin hon er á skránni hjá Norrøna Felagnum í Norðurlandahúsinum, eru fimm ár liðin síðani Færøsk-Dansk Forening varð stovnað. Hesin felagsskapur varð stovnaður í Norðurlandahúsinum hin 28. januar 1993. Tove Danielsen er formaður í Dansk-Færøsk Forening.
Næsti fundur hjá norrøna Felagnum verður í Norðurlandahúsinum hin 18. februar. Tá fer Birita Hansen, sum er Nordjobbráðgevi og dagliga starvast á Arbeiðsloysisskipanini, at greiða frá um Nordjobb.