Dart: Landsliðini til EM úttikin

Leygardagin var stór dart kapping í høllini á Skála. Yvir 60 spælara vóru møttir upp, og samstundis tóku landsliðsvenjarnir Annfinn Allanson Hjaltalin og Kristian Joensen landsliðini hjá kvinnum og monnum út. Landsliðini skulu fyri fyrstuferð síðani altjóða góðkenningina, til eina EM kapping, sum verður í Gandia í Spania frá 28 septembur til 1 oktobur

Leygardagin var stór dart kapping í høllini á Skála. Yvir 60 spælara vóru møttir upp, og samstundis tóku landsliðsvenjarnir Annfinn Allanson Hjaltalin og Kristian Joensen landsliðini hjá kvinnum og monnum út. Landsliðini skulu fyri fyrstuferð síðani altjóða góðkenningina, til eina EM kapping, sum verður í Gandia í Spania frá 28 septembur til 1 oktobur.

 

Hjá kvinnum er talan um sama landslið, sum fyrr í ár var til norðurlandameistaraheitið í Svøríki. Tær eru møðgurnar Beinta Joensen og Jóna Miðalberg úr KDF, Annfríð E Jacobsen úr HDF og Birthe Sikivat úr ADF.

 

Hjá monnunum er ein lítil broyting frá fyrr í ár, tá Niels Thomsen úr HDF, er komin inn fyri Jón Johansen úr VDF. Hinir á liðnum eru Jan Erik Fjallstein úr VDF, og Uni Árting og Jan McIntosh úr HDF. Teir baðir seinastu blivu í tvímansleiki nummr trý til norðurlandameistaraheitið fyrr í ár.

 

Uni Árting í flokki fyri seg

 

Nógv fólk var komið saman til fyrstu kappingina aftaná summarferiuna. Hjá monnum er kappingin soleiðis skipa, at tað er ein A bólkur, sum er fyri teir meira royndu spælarnar, og so ein B bólkur fyri teir, sum ikki hava tær stóru royndirnar.

 

Í A-bólkinum sást, at menn hava vant nógv í summar. Teir spældu á høgum stigi og serliga skaraði Uni Árting úr Havnar Dartfelag burturúr. Í fleiri av spølunum hevði hann yvir 80 í miðal, sum er høgt. Uni spældi seg eisini fram til finaluna, har hann vann 7-1 á Niels Thomsen eisini úr Havnar Dartfelag. Nummar trý gjørdust Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag, og Jan Erik Fjallstein úr Vága Dartfelag.

 

Í B-bólkinum komu Jóan Jakku Joensen úr Havnar Dartfelag og Rógvi Rasmussen úr D9 á Skála í finaluna. Jóan Jakku vann finaluna 5-2. Á triða plássi komu Carl Eli Nolsøe Samuelsen úr Havnar Dartfelag og Petur Johansen úr Leynum

 

Spennandi finala hjá kvinnum

 

Føroyskt dart saknar kvinnur. Úr dartumhvørvinum verður sagt, at tað eru rættiliga fáar, sum tora út í feløgini og til kappingar. Í ár hava bara átta kvinnur luttikið í kappingunum, og á Skála leygardagin vóru tær seks. Landsliðsspælarnir Birthe Sikivat úr Havnar Dartfelag og Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag spældu seg fram til finaluna. Finalan gjørdist spennandi og vann Birthe 4-3. Nummar trý gjørdust Jóna Miðalberg úr Klaksvíkar Dartfelag og Joan Edvør Jacobsen úr Vága Dartfelag.