Datt á Føroyaferð

Danski sangarin, Stig Rossen, var úti fyri óhappi á eini Harley Davidsen, tá hann herfyri hevði konsert í Føroyum. Danska Ekstra-Blaðið skrivar, at Stig Rossen hevði stytt sær stundir við at koyra á motorsúkklu kring Føroya Land.

Eftir at hava koyrt 115 kilometrar, gekk tó galið, og í fallinum meiðslaði hann ryggin nakað.

Rossen hevur tó verið í pallið í Danmark síðani hetta, men eitt nú segði hann fyri áhoyrarunum í Vejle Musikteater, at andlitsbráð hansara ikki stavaði frá teimum kenslum, sum hann legði í sangin, men snøgt sagt komst av, at hann hevði nógva pínu.