Arbeiðsbáturin hjá Fiskiveiðieftirlitinum fór í gjáramorgunin at kanna ísfiskatrolaran, Vesturtúgvu, úr Sandavági. Manningin umborð á arbeiðsbátinum sigldi móti Vesturtúgvu, og fyrstur at klíva upp á trolaran var ein stýrimaður hjá Tjaldrinum. Hann kleiv upp gjøgnum leytaran, men tá hann kom tríggjar metrar upp, slitnaði kavrotni leytarin. Maðurin datt flatur niður aftur í arbeiðsbátin, fekk allan leytaran oman yvir seg og var ikki førur fyri at reisa seg aftur.
Hinir menninir umborð á arbeiðsbátinum gjørdu skjótt av og sigldu alt fyri eitt aftur til Tjaldrið, ið við skundi setti kósina móti Landssjúkrahúsinum. Á sjúkrahúsinum tóku portørar og læknar ímóti manninum, ið var illa fyri:
- Tað kundi havt endað heilt galið, men maðurin er sera heppin og er tíbetur sloppin nøkulunda frá hendingini. Hann hevur brotið ein ryggjargeisla og liggur enn á Landssjúkrahúsinum, men hevur tað gott eftir umstøðunum, sigur Jóannes Heimustovu, sum starvast á Fiskiveiðieftirlitinum.
- Slíkt eigur ikki at henda. Menninir hjá okkum arbeiða við málinum, og somuleiðis hevur Skipaeftirlitið fingið boðini, leggur Jóannes Heimustovu afturat.
Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum, sigur, at sjálvandi fer Skipaeftirlitið at kanna málið, men enn er endalig støða ikki tikin, hvussu kanningin fer fram:
- Men vit taka støðu fyrsta dagin. Vesturtúgva hevur í øllum førum ábyrgdina. Tað stendur í lógunum, at leytarin og annar útbúnaður á báti skal verða í lagi.
- Hetta er ein ræðulig hending, ið ikki eigur at koma fyri. Útbúnaðurin umborð á fiskiskipum í Føroyum er rættiliga ójavnur. Tað eru heilt vist fleiri skip, ið ikki hava leytarin í ordan. Hetta skal fáast í rætt lag, og vit fara at arbeiða víðari við málinum, sigur Óli Hans Hammer Olsen.
Vesturtúgva harmast
Háldan Gudmundsen, útgerðarmaður á Vesturtúgvu, er sera harmur um álvarsomu hendingina:
- Vit keyptu leytaran í 2001, og vanliga heldur ein slíkur leytari í 12 til15 ár. Vit hildu væl stóð til, vistu av ongum og sóu einki uttan á leytaranum, men noyðast tíverri at ásanna, at leytarin var kavrotin innan. Høvdu vit vitað tað, høvdu vit alt fyri eitt bílagt ein nýggjan, tí leytarin og annar útbúnaður umborð á einum fiskiskipi skal vera í lagi, sigur ein harmur Háldan Gudmundsen.