David James til Íslands

Fyrrverandi enski landsliðsmálverjin, sum eisini hevur vart málið hjá millum annað Liverpool, Aston Villa, Manchester City og Porsmouth í Premier League skrivaði í gjár sáttmála við íslendska ÍBV, ið fyrr hevur havt Allan Mørkøre í hópinum.

 

David James er í dag blivin 42 ár og hevur leitað sær eftir eini nýggjari avbjóðing, eftir at hansara tíð sum yrkisspælari í oddinum í enskum fótbólti er komin at enda. Tað er fyrrverandi liðfelagin úr Portsomuth, Hermann Hreidarsson, sum er venjari hjá ÍBV og hevur fingið kenda enska málverjan til felagið skrivar Morgunblaðið.

 

Umframt at verða málverji, so verður David James eisini hálparvenjari hjá felagnum í síðst í farnu øld hevði Allan Mørkøre á liðnum.

 

Til ber at síggja sjónbandabrot á heimasíðuni hjá Morgunblaðnum við at trýsta HER.