David Silva fyri seinastu ferð

Spanski bóltsnillingurin gevst í Manchester City eftir tíggju ár og 11 steyp

Í dag spælir David Silva fyri seinastu ferð fyri Manchester City. Spanski bóltsnillingurin hevur verið ímyndin av Manchester City, sum vit kenna tað í dag. Hann kom til felagið í 2010, tá Gunnar Nielsen var partur av hópinum.

Hann kom úr spanska Valencia, har hann og Juan Mata skipaðu spælið. Báðir tóku skiftið til enska fótbólt. Serliga David Silva passði væl inn í Manchester City, har hann prógvaði at lágvaksnir og lættir bóltsnillingar væl kunnu klára seg millum stóru og sterku spælararnar í Premier League.

David Silva spælir sín dyst nummar 309 í Premier League í dag. Hann hevur vunnið Premier League fýra ferðir, FA Cup tvær ferðir og Liga Cup fimm ferðir. Hann er mest kendur fyri at verða ein partur av uppspælinum, tá Manchester City skorar, men tað er eisini blivið til 60 mál.

##med2## 

Tá David Silva í dag takkar fyri seg, er tað bara Sergio Aguero, sum er eftir av liðnum, ið vann fyrsta meistaraheitið í nýggjari tíð í 2012. Í fjør skifti liðskiparin Vincent Kompany til belgiskan fótbólt. Umframt at klára seg væl í Manchester City og Valencia, so hevur David Silva spælt 125 landsdystir fyri Spania, og er bæði evropameistari og heimsmeistari.

Premier League 38. umfar:

Sunnudagin klokkan 15

Arsenal – Watford

Burnley – Brighton

Chelsea – Wolverhampton

Crystal Palace – Tottenham

Everton – AFC Bournemouth

Leicester – Manchester United

Manchester City – Norwich

Newcastle – Liverpool

Southampton – Sheffield United

West Ham – Aston Villa

 

1Liverpool37313382:3296
2Man City37253997:3578
3Man United371712864:3663
4Chelsea371961267:5463
5Leicester371881167:3962
6Wolves371514851:3859
7Tottenham3716101160:4658
8Sheffield United3714121138:3654
9Burnley371591342:4854
10Arsenal3713141053:4653
11Everton3713101443:5349
12Southampton371471648:5949
13Newcastle3711111537:5544
14Crystal Palace371191730:4942
15West Ham371081948:6138
16Brighton378141537:5338
17Aston Villa37972140:6634
18Watford378101934:6134
19Bournemouth37872237:6431
20Norwich37562626:7021