##med2##
Føroyar fingu ein góðan kjans móti dystarenda í 0-1 tapinum fyri Íslandi á Tórsvølli, tá ið debutanturin Jákup Johansen var sendur í dýbd. Hann rak ímóti málinum og legði upp á tvørs til innskifta Petur Knudsen, sum í góðari støðu fekk skot á, men íslendski málmaðurin bjargaði við fótinum.
- Eg skuldi havt skotið sjálvur, segði debutanturin, Jákup Johansen aftaná dystin.
Jákup Johansen sum ongan ungdómslandsdyst hevur leikt fyri Føroyar er fegin um at hava fingið møguleikan í dystinum á Tórsvølli í kvøld, men tað iðrar hann, at Føroyar ikki fingu ein javnleik ella ein sigur í kvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup Johansen aftaná dystin á Tórsvølli.
Føroyar spæla mánakvøldið klokkan 19.45 venjingardyst móti Liktinstein á Tórsvølli. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.