Tað verður Derhard Jógvanson, ið fær heiðurin at flyta fram prædiku, tá landsins kosnu menn og kvinnur savnast í Havnar kirkju á ólavsøku. Tað boðar fólkakirkjan frá á síni heimasíðu í dag.
Siðvenja er, at tað er tann elsti av teimum yngru prestunum, ið er settir í embæti í føroysku fólkakirkjuni, og sum aldrin áður hevur prædikað á ólavsøku, ið flytur fram prædiku á tjóðardegnum.
Hesaferð var túrurin so komin til Derhard Jógvansson, ið saman við átta øðrum sóknarprestum, aldrin áður hevur prædikað ólavsøkudag.
Fólkakirkjan upplýsir, at Derhard var prestvígdur i Vor Frue kirkju í Keypmannahavn hin 28. august 2008. Í eitt ár var hann prestur hjá Sankta Ólavs kirkjuliði í Keypmannahavn. Hann tók við kallinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi 1. februar 2010.