Ódn í kvøld - heilt upp í 67 m/s í hvirlunum

Koyrilíkindini eru út av lagi vánalig, og bilførarar eiga at vísa serligt varsemi, um mann fer út at koyra

Tað er kolandi stormur um alt landið í kvøld. Tí ræður um at ansa sær, um tú fert frá húsum í kvøld. Ein stórur trailari er longu farin um koll við Streymin orsakað av nógva vindinum, og summastaðni er ljósið byrjað at blunka. Smyril hevur eisini avlýst fyri kvøldið, eins og flest allir aðrir túrar hjá Strandferðsluni.

Tvøroyrar Sløkkiliði hevur í sambandi við ringa veðrið eina áheitan viðvíkjandi koyring í Ørðavík.

– Heitt verður á bilførararar um at vísa varsemi, um koyrt verður í Ørðavík. Grót fýkur upp á vegin í løtuni og hóast sløkkiliðið fylgir við støðuni, so kann grót liggja í støðum.

Landsverk hevur eitt yvirlit av koyrilíkindinum, og her sæst, at munur er á, hvussu stendur til kring landið. Á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð er ódn og heilt upp til 67 m/s í hvirlunum. Á Fámjinsvegnum er tað upp til 47 m/s.

Koyrilíkindini sambært Landsverki eru annars hesi:

  • Dalavegur til Viðareiðis  - kl. 20:25 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 35 m/s
  • Syðradalur - kl. 20:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 20:20 Skrið, í hvirlunum upp til 41 m/s
  • Kambsdalur - kl. 20:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Gøtueiði - kl. 20:24 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 20:25 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 35 m/s
  • Streymnes - kl. 20:25 Skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s
  • Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 20:25 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Høgareyn - kl. 20:25 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 20:25 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 60 m/s
  • Vatnsoyrar - kl. 20:24 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 20:25 ódn, í hvirlunum upp til 67 m/s
  • Kaldbaksbotnur - kl. 20:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 34 m/s
  • Sund - kl. 20:25 Skrið, í hvirlunum upp til 39 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 20:21 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s
  • Skopunar havn - kl. 20:25 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 38 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 20:25 Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 47 m/s
  • Krambatangi - kl. 20:25 Skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 20:23 ódn, í hvirlunum upp til 47 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 20:25 Stormur, í hvirlunum upp til 39 m/s