Doktari innan oljuútvinning

Fríggjadagin 27. januar vardi Eli Høgnesen av Argjum, búsitandi í Stavanger, doktararitgerð sína á universitetinum í Stavanger, um hvussu meira olja kann fáast burturúr oljujarðgoymslunum (reservoirunum)

Eli Høgnesen, ið er sivilverkfrøðingur innan oljutøkni, hevur nú eisini tikið eina doktararitgerð á universitetinum í Stavanger um, hvussu meira fæst burturúr oljujarðgoymslunum.

Ritgerðin hevur heitið: "EOR in fractured, oil-wet chalk - Spontaneous imbibition of water by wettability alteration". Í høvuðsheitum var endamálið við ritgerðini hjá Eli at vísa á hvussu meira olja fæst burturúr verandi oljujarðgoymslum, við at spræna sjógv inn í tær.

Eli er 38 ára gamal, sonur Borghild og Palla Høgnesen á Argjum. Hann arbeiddi á P/F Elektron frá 1987 til 1993, tá hann flutti til Noregs og búsettist í Stavanger. Har lærdi hann til oljuverkfrøðing frá 1995-98. Síðan arbeiddi hann í eitt hálvt ár í Danmark hjá DONG (Dansk Olie og Natur Gas).

Afturkomin til Stavanger fór hann í gongd við eina útbúgving sum sivilverkfrøðingur innan brunntøkni (frá 1999-2001). Eftir tað arbeiddi hann sum borimóruverkfrøðingur á einum boriplattformi, til hann fekk tilboð um at taka doktararitgerðina, sum hann vardi 27. januar á universitetinum í Stavanger.

Eli fer nú at taka við nýggjum avbjóðingum innan oljuvinnuna.