Við ikki færri enn 18 leitiloyvum í bretskum og føroyskum øki tilsamans má sigast, at danska oljufelagið DONG er eitt av teimum feløgunum, sum veruliga trýr uppá, at tað finst nógv olja og gass goymt í undirgrundini á øllum Atlantsmótinum tvs. bæði á tí bretska og tí føroyska landgrunninum. Herfyri skoraði felagið bingo, tá tað fekk nógv nýggj leitiloyvi í bretskum øki. Har er tað við í tilsamans 13 loyvum, og við 2. útbjóðing í Føroyum hevur felagið økt sín lut her til 5 loyvi. Dong hevur fingið tillutað tvey nýggj loyvi á landgrunninum varð kunngjørt á almennum fundi á Hotel Føroyum mánadagin seinnapart. Í øðrum loyvinum er Dong saman við ChevronTexaco, Statoil og OMV og í hinum saman við Statoil, Shell og Føroya Kolvetni.
Søren Gath Hansen, leitistjóri hjá DONG er sera fegin um tillutanina. ?Eg eri fegin um, at vit júst í 2. rundu í Føroyum hava kunnað økt um okkara núverandi virksemi á landgrunninum. Vit hava eina langsiktaða strategi fyri økið, har vit fyri stuttum gjørdu eitt týðandi fund ? Rosebank/Lochnagar, beint hinumegin markið á bretskum øki. Tí hevur tað havt sera stóran týdning fyri okkum at tryggja okkum økini føroysku megin hetta fundið umframt øki, sum liggja tætt upp at okkara mest áhugaverda loyvi frá 1. rundu. Tillutanin gevur okkum betri fótafesti í einum øki, sum kann gerast eitt tað týdningarmesta fyri framleiðslu av olju og gassi í Europa sigur Søren Gath Hansen.