Søren Seirup frá Steppeulvene er deyður.
Hann spældi bass og munnhørpu í legendariska danska bólkinum Steppeulvene, sum vóru virknir frá 1967 til 1970, men sum tó øll árini síðani hava stungið seg upp í miðlum og umtalu annars, ikki minst orsakað av legendarisku útgávuni, kallað HIP, sum kom út í 1967.
Útgávan stendur sum størsti varðin fyri júst hesa tíðina í donskum tónleiki - hippie tíðina.
Í 2015 blómaði bólkurin aftur eina stund í samband við film um bólkin, og løgna og nógv umrødda forsangaran Eik Skaløe, ið ikki gjørdit gamal.
Søren Seirup var 72 ár, nú hann doyði, og hevur síðstu árini búð á ellisheimi.