Donsku hondbóltsgenturnar suverenar frá byrjan

Hondbóltur: Danska kvinnulandsliðið vann stóran sigur á einum veikum kinesiskum liði

­ Tað er ilt at meta um okkara styrki út frá hesum dystinum, tí mótstøðan var ov lítil, segði venjarin hjá donsku hondbóltsgentunum, Ulrik Vilbek, eftir stóra sigurin á Kina týskvøldið.

Hetta var fyrsti dysturin hjá Danmark í HM-kappingini í hondbólti fyri kvinnur, sum er í Týsklandi í hesum døgum.

Eftir ein trilvandi byrjan, kom ferð á danska liðið, sum við skjótum og uppfinnsomum spæli, fullkomiliga niðurspældi kinesiska liðið.

Í seinna hálvleiki gav Danmark nógv dømi um hvussu væl samanspælt liðið er, og at tað avgjørt má metast sum ein av favorittunum til HM-heitið.

­ Tað er okkurt sum skal rættast, men annars gongur alt sum ætla, segði Ulrik Vilbek eftir dystin.

Einasti spælarin við tilknýtið til Føroyar er Janne Kolding, sum býr saman við føroyinginum Erlendi Johannessen. Hon fekk í fyrra hálvleiki skaða í beinið og noyddist at gevast at spæla. Fyrstu boðini úr donsku leguni eru, at Janne Kolding ikki kann vera við næstu tveir dystirnar, tí hon hevur fingið ein fiburskaða í beinið.

Anja Andersen gjørdi flest mál fyri Danmark hendan dystin, 8, Camilla Andersen gjørdi 7, og Gitte Madsen 6.

Næsti dysturin hjá Danmark er móti Kekkia mikukvøldið.