Í fyrsta róðrinum á jóansøku í Vági var nýggjur vinnari í kappingini millum dreingir í barnaróðrinum.
Hetta er triðja kappingin í ár, og talan var um triðja vinnaran í hesi kappingini. Í Klaksvík vann Jallurin, á Skálafjørðinum vann Tekla, og í dag vann Havfrúgvin úr Vestmanna.
Jallurin hjá Róðarfelagnum Knørri legði bragdliga fyri og tóktist at vera fremstur eina løtu. Men so spentu vestmannadreingir av álvara í, Havfrúgvin svam framum allar hinar og hevði Títtling hjá Havnar Róðrarfelag við sær.
Luttakararnir vóru nógvir, men tað var eingin ivi um, at Havfrúgvin var fremst, at Títtlingur var næstfremst og at Jallurin og Royndin Fríða vóru á triðja og fjórða plássi.
1 Havfrúgvin 02.47.06
2 Títtlingur 02.48.22
3 Jallurin 02.49.04
4 Royndin Fríða 02.50.09
5 Firvaldur 02.52.01
6 Tekla 02.53.20
7 Drekin 02.56.22
8 Ternan 02.57.02
9 Ørnin 02.58.21
10 Sílið 02.59.05
11 Falkur 03.05.07
12 Silja