Drekin vann fyri fyrstu ferð

Barnaróður dreingir - Kappingin millum tríggjar teir fremsta var óvanliga tøtt, tá ið Havfrúgvin kiksaði í heimasjógvi

Tað hilnaðist ikki so væl hjá vest­mannadreingjum, sum teir høvdu vónað, tá ið teir leygardagin í barna­róðrinum kappaðust á Fjarða­stevnu í Vestmanna.
Á Jóansøku fyri einari viku síðani vann Havfrúgvin, sum annars hevði verið nummar tvey í trimum teim­um fyrstu kappingunum. Hesa ferð var tað Drekin hjá Havnar Róðrar­felag, sum var fyrstur á mál. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Drekin vann hesa kappingina.
Talan var um óvanliga spennandi róður. Drekin var bara stóran stavn­in frammanfyri Havfrúnna og Títling, sum fóru stavn um stavn um málið. Títlingur hjá Havnar Róðrar­felag vann tríggjar teir fyrstu róðrarnar í ár, og Títlingur er tísk­il fremstur í FM kappingini.

1 Drekin 02:29.14
2 Títlingur 02:29.20
3 Havfrúgvin 02:29.20
4 Teistin 02:33.07
5 Jallurin 02:35.15
6 Sandingur 02:35.20
7 Royndin Fríða 02:36.04
8 Junkarin 02:36.10
9 Frúgvin 02:37.09
10 Dúgvan 02:39.11
11 Heykur 02:39.13
12 Tambar 02:40.08
13 Hulda 02:48.07

Støðan
1 Títlingur 27
2 Havfrúgvin 24
3 Drekin 21
4 Teistin 16
5 Jallurin 13
6 Royndin Fríða 7
7 Tambar 3
8 Sandingur 2