Dreymabyrjan hjá FC Amager

FC Amager leikti í dag sín fyrsta skrásetta dyst, eftir at felagið Fremad Amager slóg seg saman við Kløvermarkens Forenede Boldklubber og Amager Fodbold Forening. Uppflytararnir fingu eina trupla byrjan, tí teir á heimavølli skuldu møta Superligu-niðurflytarunum úr Lyngby, sum nú hevur fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, Henrik Larsen, sum venjara.

 

FC Amager fekk tó eina dreymabyrjan. Longu eftir 11 minuttum legði Anders Jochumsen FC Amager á odda, áðrenn Søren Nielsen økti til bæði 2-0 og 3-0. Stutt fyri hálvleik var Anders Jochumsen aftur á blettinum, og skoraði til hálvleiksstøðuna 4-0 til FC Amager.

 

Í seinna hálvleiki fekk Lyngby tó pyntað um úrslitið. Nógv eftirspurdi Mikkel Bechmann skoraði tvær ferðir, og FC Amager vann harvið sín allar fyrsta dyst heili 4-2.