Dystir hava verið í bólki E, F, G og H í Champions League bólkaspælinum í kvøld. Av úrslitunum kom Arsenal helst ringast frá byrjan. Teir taptu 2-1 í Zagreb og fingu Oliver Giroud útvístan.
Annars komu fleiri avbera góð mál. Thomas Muller(Bayern Munchen), Hulk(Zenit) og Alessandro Florenzi(AS Roma) skoraðu allir framúr mál. Í øllum trimum førinum var talan um langskot.
Bólkur E:
Alessandro Florenzi mundi skjóta eitt tað besta málið í Champions League søguni hjá AS Roma, tá hann frá miðjum vølli sendi bóltin allan vegin í málið til 1-1. Luis Suarez legði Barcelona á odda. Bayer Leverkusen vann sum væntað á BATE Borisov úr Hvítarisslandi.
Bólkur F:
Arsenal og serliga Oliver Giroud eru í mótvindi í Champions League. Enska felagið tapti fyri Dinamo Zagreb í Kroatia. Til tíðir útskeldaði framherjin, franski Oliver Giroud, fekk reytt kort. Í Pireus í Grikkalandi vann Bayern Munchen við millum annað frálíkum máli frá Thomas Muller.
Bólkur G:
Eden Hazard brendi upp á tað skammiligasta úr ellivu metrum, men annars var talan um greiðan sigur fyri Chelsea móti Maccabi Tel Aviv. Dynamo Kyiv og FC Porto deildu stigini.
Bólkur H:
Hulk skoraði eitt ordnas kanón mál í málríka dystinum millum Valencia og Zenit, sum gestirnir úr Russlandi vunnu 3-2.Gent og Lyon deildu stigini.
Úrslit:
Bólkur E:
Bayer Leverkusen – BATE Borisov 4-1
AS Roma – FC Barcelona 1-1
Bólkur F:
Dinamo Zagreb – Arsenal 2-1
Olympiakos – Bayern Munchen 0-3
Bólkur G:
Chelsea - Maccabi Tel Aviv 4-0
Dynamo Kyiv – FC Porto 2-2
Bólkur H:
Gent – Lyon 1-1
Valencia – Zenit 2-3