Drotningin: Skjótt brexit hevur fremstu raðfesting

At fara úr ES hevur hægstu raðfesting hjá nýggju bretsku stjórnini.

Soleiðis ljóðar tann ikki óvæntaði boðskapurin frá Elisabet drotning, sum vegna stjórnina helt røðu, tá tjóðartingið lat upp í dag.

Siðvenja er, tá tingið í Bretlandi verður sett, at drotningin heldur røður. Í røðuni leggur hon fram ætlanirnar hjá stjórnini fyri framtíðina.

Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur í sínari tíð sum forsætisráðharri hilgið uppá at fáa Bretland úr ES skjótast gjørligt.

Av røðuni í dag framgongur eisini, at stjórnin fer at lata bretska heilsuverkinum eina stóra eyka milliardaupphædd komandi árini.

 

/ritzau/dpa