Eg haldi ikki at tað er rætt at keypa eitt skip, sum er upp aftur eldri enn Smyril. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Strandferðslan hevur fleiri víst á, at tað einasta rætta er at hava eitt avloysaraskip fyri Smyril, tí verður tað brádliga neyðugt at taka hann úr sigling av brekið ella óhappið, eru suðuroyingar av álvara illa fyri, tí so verða teir at kalla fullkomiliga avskornir frá meginøkinum.
Samstundis verður tað alsamt verri og verri at fáa eitt avloysaraskip fyri Smyril, hvørja ferð, hann skal í dokk.
Strandferðslan ynskir sær sostatt eitt skip afturat, sum kann setast í rutu um Suðuroyarfjørð í eini handavending og sum kann vera fast avloysaraskip fyri Smyril.
Endamálið er eisini, at eitt slíkt skip skal sigla ímillum Suðuroynna og Skotlands og sostatt knýta Suðuroynna beinleiðis upp í meginlandið í Evropa.
Nú Smyril fer í dokk hevur Strandferðslan leiga ferjuna Prince at sigla fyri hann. Men tað stendur eisini í leigusáttmálanum, at Strandferðslan hevur rætt til at keypa hann, soleiðis at hann ikki fer av aftur landinum, tá ið siglingin hjá Smyrli er liðug.
Strandferðslan hevur áður upplýst, at keypsprísurin er einar 40 milliónir.
Skal Prince keypast, krevst ein politisk samtykt um tað, men Heðin Mortensen er ikki serliga hugaður fyri hesum.
At hava eitt fast avloysaraskip fyri Smyril, og at taka skotlandssiglinguna upp aftur, er ein tanki, hann tekur undir við.
Og fæst politisk undirtøka fyri tí, fer hann avgjørt ikki at seta seg ímóti hesum, tí tað kundi verið ein áhugaverd roynd. Men hann heldur ikki, at Prince er tað rætta skipið til endamálið.
– Eg haldi ikki at tað er rætt at keypa eitt skip, sum er nógv eldri enn Smyril, tí vit Strandferðslan veit av beiskum royndum, hvussu nógvar umvælingar gomul skip krevja.
Í hesum sambandi vísir hann á, at Smyril er bygdur í 2005 og Prince er bygdur miðskeiðis í sjeytiárunum, so hann 30 ár eldri enn Smyril.
– Tað verður ofta ført fram, at Smyril fer at krevja størri og størri umvælingar tí hann fer at eldast og tí haldi eg ikki at tað er rætt at keypa eitt skip, sum er meiri enn tvær ferðir so gamalt, sigur landsstýrismaðurin.
Tí heldur hann, at skal Strandferðslan hava eitt skip aftur at Smyril, skal talan vera um eitt nýggjari skip. Og hetta er avgjørt eitt mál, sum tað er vert at taka upp, leggur hann afturat.
– Vit eiga at fáa ferðasambandið til Suðuroynna í eina trygga legu og tað gerst bara við einum skipi afturat Smyrli. Men spurningurin er umm ikki rætta loysnin er eitt nýggjari skip enn Prince, leggur hann afturat.