Durita í Smiðjuni

Fríggjadagin letur málningaframsýning við Duritu Dam upp í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er triðju ferð, at Durita Dam sýnir myndir sínar fram í Smiðjuni. Hesaferð fer dóttir Duritu, Ragnhild Dam, eisini at sýna fram tush-tekningar og hondsmíðaðar smúkkur úr silvuri. Framsýningin hevur opið fram til mikudagin 21. november.


Framsýning við Duritu Dam

Smiðjan í Lítluvík í Havn

16/11-21/11